Møtið við forfylgd kristin styrkti trúgv mína

– Har var ein andalig svongd áðrenn múrurin fall, greiðir Tage Beckmann frá, sum hevur smuglað Bíbliur inn í Eysturevropa fyri Donsku Evropamissiónina.  

SKRIVAÐ HEVUR: SAMUEL NYMANN ERIKSEN 
Aðalskrivari í Donsku Evropamissiónini. Kelda: udfordringen.dk
Edvard Poulsen umsetti

Mona og Tage Bechmann bjóða vælkomin inn í hugnaliga heim teirra í Gilleleje til eitt prát um arbeiðið fyri forfylgd kristin í árunum, tá Berlinmúrurin fall. 

Betur enn sigarettir 

Tage hevur verið ráðgevi í Bláa Krossi, fólkaskúlalærari og fyristøðumaður á Nordsjællands Efterskole úr 1981 til 1987, áðrenn hann gjørdist ritstjóri fyri tíðindastovuna hjá Dansk Evropamission, Daneu Press og kunningarstjóri fram til 1990.   

Hevur tú smuglað Bíbliur? 

– Aðalskrivarin Rene Harzner (RH) hevði í hyggju eftir mína setan at vísa á nøkur høvuðsøki í víðfevnda arbeiðnum hjá Donsku Evropamissiónini í Eysturevropa, sum tá virkaði í kommunistiska økinum handan jarnteppið og uttanfyri fríu virðini vestanfyri. Hann var við sínum 30 ára royndum í missiónini ikki bert ein royndur bilførari av fólkavognsrugbreyðunum hjá Dansk Europamission, men hann kendi eisini arbeiðið í nógvum av høvuðsøkjunum hjá felagskapinum. Fyrsta ferðin gekk til Pólands.  

RH gramdti seg, tá vit komu til markið og tollin: “Á, nú gloymdi eg sigarettirnar, sum eg annars plagi at taka við mær á ferðunum fyri lættari at kunna sleppa um markið til Pólands.” 

Í stóra viðførisrúminum á fólkavogninum lóu kassar við barna- og vaksnamannabíblium fjaldar undir hurlivasanum af teppum og soviposum. 

LES EISINI  Dómarar mæla iranskum kristnum til at avnokta sína trúgv

Tollarin gjørdist varur við tær og tók 3 ymiskar barnabíbliur upp at kanna nærri, og vit hugsaðu: “Ná, hvussu verður nú?” Vit bíðaðu í umleið 20 minuttir, og hann kom so aftur og spurgdi okkum: “Kann eg fáa tríggjar afturat umframt hesar?”  

Tað gjørdist fyri meg ein einastandandi uppliving og byrjan upp á arbeiðið í Dansk Europamission, at Bíbliurnar her hjálptu okkum at koma um markið og inn í kommunistiska Póland. 

Heldur tú, at atburður hansara var ein fylgja av einum andaligum hungri? 

– Ja, hetta var stutt undan, at Berlinmúrurin fall og í einum myrkum tíðarskeiði, men uml. 95% av vaksnu polakkunum vóru katolikkar og eg havi altíð hildið, at tollarin hevði 3 børn har heima, sum hann vildi skuldu hava eina Bíbliu hvør. Vit upplivdu á hesu og øðrum ferðum ein andaligan tørv og tað gleðiliga, at kring um í Pólandi vóru kirkjur í gerð.  

Í Eysturevropa sóu vit eina livandi loyniliga samkomu, ið noyddist at savnast loyniliga, og tað var heilt ótrúligt at uppliva dirvi teirra kristnu til at savnast og styrki teirra til at smíða savningarstøð samstundis við, at tey fingu alt meira frælsi fram til samanbrot komminismunnar í 1989. 

Úr whisky-destillaríi í kirkju 

Í syðra parti av Pólandi koma vit fram á ein bý, har eg sá sannleikan í einum pólskum orðataki: “Ein gestur í heiminum er tað sama sum Gud í heiminum.” Vit vórðu hjartaliga móttikin allastaðni, har vit komu og fingu tað besta, tey áttu i húsinum til matna – uttan mun til fátækradóm og egna støðu annars. 

LES EISINI  Forfylgd vegna trúgv sína

Vit skuldi hyggja eftir eini kirkju við 1.100 sitiplássum, sum var smíðað á toftirnar á einum fyrrverandi whisky-destillaríi við stuðli frá gevarum frá Dansk Europamission, og fyri ein Bláa Kross mann sum meg var tað nakað heilt serligt. Frá fyrr at vera whisky var tað nú Guds orð, ið varð rullað fram gjøgnum hesa stóra kirkju. Tað var ein stór uppliving at fáa við á tí fyrstu ferðini, at síggja, hvussu Gud kann nýta nakað, ið er lagt í oyði til nakað gagnligt í síni tænastu.

Hetta havi eg síðani ikki kunnað latið vera við at deila viðari til tey mongu møtini, har eg eftir hetta havi greitt frá arbeiðinum hjá Donsku Euvopamissiónini. Ferðin var við til at skapa í mær ein áhuga fyri teim forfylgdu kristnu, tí hendan áhugan hevði eg ikki frammanundan. Eg hevði verið uppi í arbeiði hjá Indre Mission, KFUM og KFUK, Bláa Krossi, staðbundna toymið hjá Sudanmissiónini og KLF, Kirke & Medier, og tá eg kom inn í Dansk Europamission, gjørdust tey forfylgdu kristnu brádliga sera týðandi fyri meg. 

LES EISINI  Sjeyndi hvør kristin verður atsøktur

Tað eru rættiliga fáir dagar, har eg síðani ikki havi biðið for teim forfylgdu kristnu. Gud legði mær á hjarta, at eg skuldi virka fyri tey. Tað kendist sera væl. 

Tókst tú lut í øðrum Bíbliusmugliferðum? 

Jeg veit ikki, hvussu nógvar Bíbliur og bibliubrot, eg persónliga havi smuglað inn. Kanska í hundraðtali, men bara tað, at vit komu fram, at vit vístu teim forfylgdu kristnu, at tey ikki vóru gloymd var helst eins týðandi sum at eg bar teimum Bíbliur.  vit sóu ikki altíð fruktirnar av stríði okkara, men vit hava trúð uppá, at Gud virkaði við sínum Heilaga Anda. 

Hvussu var tað at vera í starvi hjá Dansk Europamission, tá Berlinmúrurin fall? 

– Vit sótu úti á svalanum á høvuðsskrivstovuni og ótu og hoyrdu í útvarpinum, at tjóð eftir tjóð fall. Har var ein upplyftur hýrur á fólki, tá vit hoyrdu tíðindini, og løgdu vit tá saman hendur okkara, takkaðu Gudi og bóðu fyri Eysturevropa. 

Eg hevði trý góð ár hjá Dansk Europamission og eitt fantastiskt frælsi til sjálvur at leggja arbeiði mítt til rættis. Næsti steðgur gjørdist sum tíðindafólk og stutt eftir hetta sum ábyrgdarhavandi ritstjóri á Berlingske í fyrrverandi kommunum, Helsinge og Græsted-Gilleleje, sum nú er samanlagda Gribskov Kommune, endar Tage Bechmann samrøðu okkara. 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina