Mótvegis Gudi eru vit øll eins

Vit hava øll sama veg til Guds, og hann gongur gjøgnum Jesus.

Morten Mouritzen skrivar:

Fyri summi er tað sjálvsagt, at øll eru eins fyri Gudi. Soleiðis er Gud. Sjálvandi! Hvussu skuldi Gud annars verið? Men í veruleikanum er tað sera ágangandi, tá Paulus skrivar: “Tað er ikki er munur á Jøda ella Grikka; tí at hin sami er harri hjá øllum, fullríkur fyri øll tey, sum ákalla hann. Tí at hvør tann, sum ákallar navn Harrans, skal verða frelstur” (Róm 10,12-13).

Tí tað merkir, at ikki er munur á, um vit stríðast nógv ella lítið fyri at gera tað góða og tað rætta. Tað er ikki munur á, um vit eru ídnir kirkjugangarar ella ikki; um tað fellur okkum lætt at biðja og lesa í Bíbliuni. Um vit hava kallað okkum kristin alt lívið, ella um vit nóg illa tora at kalla okkum kristin.

Mótvegis Gudi eru vit øll eins. Vit eru nevniliga syndarar, sum ikki kunnu verða sonn og góð.

Tað merkir, at drápsmaðurin, tjóvurin, slatrivættið, skattasnýtarin, tann ídni bíbliulesarin, tann vakri og virdi “kristni” og rúsevnismisnýtarin eru eins nær Guds ríki. Tey eru nevniliga bara eitt fet burtur.

Og tað fetið eitur: at koma til Jesus. Frelsan er at koma til Jesus. Ella sum Paulus sigur tað: “at ákalla navn Harrans”. Og tað mugu vit øll gera aftur og aftur.

LES EISINI  Prísa, sál mín, himladrotti

Vónloysi ella sjálvrættvísi

Tað merkir ikki, at tað ongan týdning hevur, um vit royna at gera tað rætta og liva soleiðis, sum Gud vil. Men tað frelsir okkum ikki. Vit verða nevniliga ikki frelst av okkara egna rættvísi, men tí rættvísi, sum Jesus hevur vunnið okkum á krossinum, og sum vit kunna kalla okkara, tá ið vit koma til hansara; ákalla hann.

Um vit royna at frelsa okkum sjálv við at liva upp til Guds lóg og halda boð hansara, so fara vit antin at missa mótið, tí so lítið eydnast okkum, ella vit gerast sjálvrættvís og dømandi mótvegis øðrum, sum ikki klára seg so væl sum vit.

Eingin vegur uttanum Jesus

Tað óvæntaða og forargiliga við evangeliinum er, at vit øll hava sama veg til Guds. Og hann gongur gjøgnum Jesus. Tað er eingin annar vegur til Guds (Jóh 14,6).

Tí skulu vit eisini vera eftiransin, tá vit lurta eftir boðskapinum. Verður tosað um, at vit kunnu møta Gudi, biðja og liva og gera alt beinleiðis vent móti Gudi? Ella verður tosað um, at vit bert kenna Gud gjøgnum Kristus?

Tað er eingin beinleiðis vegur til Guds í hansara upphevjaðu hátign. Guds natúr er fullkomiliga ófatilig fyri okkum skapningum. Og alt ov ótolandi! Eingin kann síggja Gud og liva (Mós 33,20). Tað er ov stór frástøða millum Guds heilagleika og okkara synd. Vit megna ikki at møta tí livandi Gudi.

LES EISINI  Hvussu kemur tú til Guds - tómhentur ella við fullum hondum?

Tí hevur Gud gjørt av at frelsa okkum við “orðinum um krossin” (1 Kor 1,18). Skulu vit læra Gud at kenna, mugu vit tí byrja, har hann sjálvur byrjaði: í krubbuni sum eitt mannabarn.

Vit skulu ikki hugsanarliga fara upp til himmals (Róm 10,6) og heimsspekiliga grunda yvir Guds stórleika, men bara fyrihalda okkum til Guds í Jesusi.

Lovsangur er okkara reaktión

Tað er eisini galdandi í lovsanginum. Lovsangur er okkara reaktión upp á Guds aktión. Vit reagera uppá tað, sum Gud hevur gjørt fyri okkum við at syngja – antin lovsangir ella klagusangir. Hetta lesa vit eisini um í Bíbliuni. Menniskju lovsyngja Gudi (ella klaga til Guds), tá kann kemur inn í lív teirra.

Men lovsangur er ikki ein háttur, har vit kunnu fáa Gud nærri. Tað er skeivt at siga: “Nú skulu vit hava lovsang, so vit kunnu kenna Guds nærveru”. Tað er skeivt, um vit halda, at vit kunnu skapa eitt andaligt huglag, har Gud kann virka við síni nærveru. Tí so fer Guds nærvera at snúgva seg um hvat vit kenna, merkja og uppliva.

LES EISINI  Hvat hendir við teimum, sum ongantíð hava hoyrt um Jesus?

Gud er nær

Gud er nær. Tað er ikki nakað, sum vit skulu fáa hann til at vera. Gud er nær í Kristusi. Sambært Markusarevangeliinum segði Jesus: ”Tíðin er fullkomin, og Guds ríki er í nánd! Vendið um og trúgvið gleðiboðskapinum!” Tað er sjálvandi ikki skeivt at leita til Guds nærveru, tá ið útgangsstøðið er, at vit kunnu líta á hansara nærveru í øllum viðurskiftum. Men um vit leita til hansara nærveru, tí vit skulu merkja hann (í hansara hátign), so er vandi á ferð. Tí so hava vit blandað Guds nærveru saman við upplivingum av Guds nærveru.

Gud er nær, uttan mun til um vit kenna tað soleiðis ella ikki. Tað hevur hann lovað í sínum orði.

Jesus Kristus hevur tikið bústað í okkum við trúnni. Hann er við okkum allar dagar. Vit vita, at Gud er nær. Ikki tí at vit altíð kenna hansara nærveru, men tí orð hansara sigur tað, og tað líta vit á.

Vit leita ikki til Guds, tí at hann skal koma okkum nær, men tí hann longu er nær og tekur ímóti okkum, tá vit ákalla Harrans navn.

Impuls nr. 21/2019. Torfinn Jacobsen týddi.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina