Hvat hendir við teimum, sum ongantíð hava hoyrt um Jesus?

Er tað bara hepni sum ger, at eg komi til Himmals, tá ið eg doyggi, tí eg varð føddur í eini tíð, einum landi og einari familju, har eg havi hoyrt um Jesus, og at eg soleiðis bleiv frelstur?

Halvor Nordhaug, biskupur í norsku fólkakirkjuni, skrivaði í fjør bókina Men hva med de andre? Í hesi bók setur hann sama spurning, sum kristin hava sett í 2000 ár: Hvat hendir við teimum, sum ongantíð hava hoyrt gleðiboðskapin; sleppa tey til Himmals ella glatast tey? Eru sannleikar at finna í øðrum átrúnaðum, sum kunnu vera til frelsu? Kann eitt menniskja verða frelst uttan at hava hoyrt gleðiboðskapin?

Tað eru summi, sum við orðum úr Nýggja testamenti royna at grundgeva, at øll menniskju verða frelst til endans. Fráfarni biskupurin Tor B. Jørgensen er ein av hesum. Áskoðan sína grundar hann á Kol 1,20: og við honum at gera allar lutir sáttar við seg, hvørt tað so eru teir, sum eru á jørðini, ella teir, sum eru í himnunum, við tað at hann íbirti frið við blóðinum á krossi hansara.

Øll mennniskju eru sostatt gjørd sátt við Gud við Jesu deyða á krossinum, líkamikið hvat tey trúgva, júst tí at alt skaparverkið er gjørt sátt við Gud og ein dag verður tað endurloyst. Við hesi hugsan hevur Tor B. Jørgensen vrakað tankan um æviga glatan.

LES EISINI  Hvussu veit eg, at eg eri frelstur?

Halvor Nordhaug, biskupur, fer ikki líka langt sum Tor B. Jørgensen. Hansara støða er eitt slag av eini “millumstøðu”. Hann førir fram, at Jesus er einasti vegur til frelsu, men at menniskju, sum ongantíð hava hoyrt gleðiboðskapin kortini verða frelst.

Í síni grundgeving brúkar Norhaug millum annað fyrra Pætursbræv, har vit kunnu lesa um, hvussu Jesus…prædikaði fyri andunum, sum vóru í varðveitslu, og at gleðiboðskapurin (varð) boðaður eisini fyri deyðum. Hann spyr, um Jesus boðaði fyri teimum deyðu, soleiðis at tey eisini fingu møguleikan at trúgva.

Eg havi í nógv ár hugsað um hesar spurningar. Hetta eru álvarsamir spurningar, og nógv stendur uppá spæl, tá ið vit royna at svara hesum spurningum. Her er talan um nógv meira enn gudfrøðilig ástøði, sum verður orðaði við eitt skriviborð, og sum síðani fáa rúm ímillum permurnar í eini bók. Her er spurningur um, hvørja gudsmynd vit hava, um leiklutin hjá missiónini í kirkjuni og um bíbliufatan – her er talan um boðanina og arbeiðið hjá kirkjuni.

Niðurstøðan hjá mær er tann, at Bíblian lærir, at menniskju einans verða frelst við trúgv á Jesus.  Og ikki er frelsa í nøkrum øðrum; tí at ikki er heldur nakað annað navn undir himlinum, givið millum manna, sum vit skulu verða frelstir við. Soleiðis sigur Pætur í Áps 4,12. Í Jóh 14,6 sigur Jesus sjálvur: Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær.

Bíblian er greið í síni læru, at ongin kemur til Himmals uttan við trúgv á Jesus. Men hetta gevur okkum eisini ein trupulleika. Tað eru nógv, nógv fólk sum liva ymsastaðni kring heimin, har tey ikki hava møguleika at hoyra um Jesus. Tey liva eitt heilt lív uttan nakrantíð at hava hoyrt Jesu navnið nevnt. Tá frelsan kemur við trúnni á Jesus, verða hesi menniskju so glataði, uttan at hava fingið møguleikan at hoyra gleðiboðskapin?

LES EISINI  Hann skal verða frelstur

Er tað tí bara hepni sum ger, at eg sleppi til Himmals, tá ið eg doyggi, tí eg varð føddur í eini tíð, einum landi og einari familju, har eg havi hoyrt um Jesus, og at eg soleiðis bleiv frelstur? Hvat so við øllum hinum, sum ikki vóru so “heppin”?

Tí at hjá Guði er ikki mannamunur, sigur Paulus í Róm 2,11. Men um tað er soleiðis, at fólk fara í æviga glatan, tá ið tey ikki fingu møguleikan at hoyra um Jesus, ger Gud so ikki mannamun?

Tá ið eg møti tílíkum spurningum, sum eg ikki megni at svara, so hugsi eg ofta um tað, sum stendur í 5. Mós 29,29: Hinir fjaldu lutirnir eru Harrans, Guðs várs, men tað opinberaða er fyri okkum og børn okkara ævinliga…Tað er sostatt sumt, sum vit vita og annað, sum vit ikki vita.

Kortini, so er ein reyður tráður ígjøgnum alla bíbliuna og ígjøgnum alla kirkjusøguna sum sigur, at tað eru tveir útgangir úr lívinum – og at trúgvin á Jesus er einasti vegur til frelsu.

LES EISINI  Tá skalt tú vera frelstur

Tá ið eg siti eftir við fleiri ósvaraðum spurningum, so royni eg altíð at halda meg til tað, sum er greitt í Bíbliuni, uttan tó at skumpa teir ósvaraðu spurningarnar inn undir teppið. Viðvíkjandi hesum evni, so sigur Bíblian, at menniskju ikki kunnu verða frelst uttan at trúgva á Jesus (Jóh 1,12), at Jesus kallar okkum kristnu til at boða gleðiboðskapin fyri øllum menniskjum (Mark 16,15) og at Gud vil at øll menniskju skulu verða frelst og koma at kenna sannleikan (1. Tim 2,4).

Hetta hevur so við sær nøkur ivamál, sum eg ikki skilji til fulnar. Í mínum ósvaraðu spurningum verið eg avbjóðaður til at líta á Gud og hansara rættvísi.

Kelda: dagen.no
Skrivað hevur Andreas Nordli, YWAM

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina