Enn er náðitíð

“Men um sama leitið vóru har nakrir hjástaddir, sum søgdu honum frá teimum Galileingum, sum Pilatus hevði blandað blóðið av saman við ofrum teirra. Og hann svaraði og segði við teir: »Halda tit, at hesir Galileingarnir vóru størri syndarar enn allir aðrir Galileingar, av tí at teir hava verið fyri hesum. Nei, sigi eg tykkum; men um tit ikki venda um, tá skulu tit allir umkomast á sama hátt. Ella teir átjan, sum tornið í Siloam datt oman yvir og varð at bana, halda tit, at teir vóru sekari enn alt hitt fólkið, sum býr í Jerúsalem? Nei, sigi eg tykkum; men um tit ikki venda um, tá skulu tit allir umkomast á sama hátt” (Luk 13,1-5).

Hvar var tú 11. september í 2001? Mong av okkum minnast óivað væl, hvar vit vóru, tí henda dagin rendu yvirgangsfólk tvey flogfør inn í World Trade Center í New York. 2973 menniskju doyðu. Men doyðu hesi, tí at tey vóru størri syndarar enn vit onnur? Í tekstinum omanfyri koma nakrir til Jesus við einum líknandi spurningi.

Teir søgdu honum frá syrgiliga deyðanum hjá nøkrum galileingum. Pilatus hevði givið sínum hermonnum boð um at drepa teir, meðan teir ofraðu í heilaga templinum í Jerusalem. Og soleiðis varð teirra blóð í roynd og veru blandað saman við blóðið hjá offurdýrunum. Hetta var ein andstyggilig brotsgerð ímóti galileingunum. Og omaná tað var talan eisini um halgibrot, tí at brotsgerðin varð framd í heilaga templinum hjá jødunum.

Jesus kemur eisini sjálvur við einum syrgiligum dømi, tá ið hann nevnir átjan fólk, sum doyðu, tá ið tornið í Siloam datt oman yvir tey. Her hava vit altso tvær syrgiligar hendingar: Eina brotsgerð og eina vanlukku. Men yvirfyri báðum sorgarleikum standa vit spyrjandi. Hví loyvir Gud slíkari líðing?

Svarið hjá Jesusi kemur sum ein hvøkkur, tí at vit vita jú, hvussu Jesus plagar at bera seg at móti menniskjaligari líðing. Jesus feldi tár í samband við deyðan hjá Lázarusi. Hann tók hjartaliga synd í teimum, sum hungraðu og sum vóru sjúk og so framvegis. Men tað er eitt sindur øðrvísi viðvíkjandi tekstinum omanfyri. Jesus vendir øllum við og rættir uppmerksemið móti teimum, sum koma til hansara og sigur: ”Halda tit, at hesir galileingarnir vóru størri syndarar enn allir aðrir galileingar, av tí at teir hava verið fyri hesum? Nei, sigi eg tykkum; men um tit ikki venda um, tá skulu tit allir umkomast á sama hátt.”

Løn syndarinnar

Tað eru nøkur bíbilsk hugtøk í tekstinum, sum hava ein avgerandi týdning fyri, hvussu vit skulu skilja boðskapin hjá Jesusi. Eitt av hesum hugtøkum er orðið ”synd.” Tá ið eg blaði upp í míni orðabók, verður synd lýst sum menniskjunnar uppreistur ímóti Gudi og hansara vilja. Confessio Augustana, ein av trúarjáttanum føroysku fólkakirkjunnar, lýsir eisini syndina sum eina støðu, ið øll menniskju verða fødd inn í. Vit verða altso fødd við rygginum vendum ímóti Gudi. Í 2. grein í Confessio Augustana lesa vit til dømis: ”Somuleiðis læra tey [kirkjuliðini], at eftir Ádams fall verða øll menniskju, ið gitin eru á natúrligan hátt, fødd við synd. Tað merkir: uttan gudsótta, uttan álit á Gud og við girnd. Henda arvaliga sjúka ella hetta arvaliga brek er av sonnum synd, sum framvegis fordømir og veldur teimum ævigan deyða, sum ikki verða endurfødd við dópi og heilagum anda.”

LES EISINI  Doyptur í somu kirkju, sum hann gjørdi herverk á hálvt ár frammanundan

Syndin hevur altso álvarsamar fylgjur fyri menniskjuna. Hon skilir okkum frá Gudi. Ella sum profeturin Jesaja sigur: ”Nei, tað eru misgerðir tykkara, sum hava gjørt skilnað millum tykkara og Guds tykkara…” (Jes 59,2). Skilt á henda hátt er tað samband millum synd og menniskjaliga líðing. Uttan syndina hevði líðing nevniliga ikki verið til. Tað var syndin hjá menniskjum, sum førdi líðing og deyða inn í henda heim. Og av teirri orsøk, at heimurin liggur undir syndarinnar mátti, er líðing og deyði harvið eisini ein dagligur veruleiki í heiminum og í lívunum hjá menniskjum.

Men tað, at ein menniskja er stødd í líðing, merkir kortini ikki, at viðkomandi líðir vegna eina ávísa synd. Á Jesu døgum vóru tað tó fleiri, ið trúðu júst hesum. Ein trúði, at jú meira onkur syndaði, tess meira kom ein eisini til at líða. Men Jesus vísir hesi tankagongd frá sær, tá ið hann svarar sínum egna spurningi: ”Halda tit, at hesir Galileingarnir vóru størri syndarar enn allir aðrir Galileingar, av tí at teir hava verið fyri hesum. Nei, sigi eg tykkum…”

Glatanin

Her eru vit øll stødd í sama báti! Í grundini eru vit øll syndarar, og syndin skilir okkum sum sagt frá Gudi. Paulus lýsir eisini, hvørja avleiðing syndin hevur, tá ið hann sigur, at ”løn syndarinnar er deyði” (Róm 6,23). Hetta geldur ikki einans okkara lívfrøðiliga deyða, men eisini okkara æviga deyða (tað er glatanin).

Hin ævigi deyðin skal ikki skiljast á tann hátt, at vit halda uppat við at vera til, tá ið vit doyggja. Hin ævigi deyðin sipar harafturímóti til hin æviga skilnaðin millum Gud og menniskju – nakað, sum rakar øll tey, ið ikki eru reinsað frá synd við trúnni á Jesus. Og júst hetta er eisini orsøkin til, at orðið ”synd” hevur so stóran týdning, tá vit skulu skilja Jesu orð í Lukasi 13,1-5. Syndin er nevniliga okkara størsti trupulleiki. Hetta er galdandi fyri okkum øll – ikki einans teir neyðars galileingarnar!

LES EISINI  Augsburgska trúarjáttanin XI: Umvending

Tey, sum komu til Jesus henda dag, undraðust um, hvussu sovorðið kundi henda. Og tey hugsaðu kanska, at galileingarnir vórðu revsaðir við einum slíkum deyða vegna eina ella aðra synd í sínum lívi. Men Jesus leggur dent á, at galileingarnir ikki vóru størri syndarar, enn teir sjálvir vóru. Og tí sigur hann við teir: ”Um tit ikki venda um, tá skulu tit allir umkomast á sama hátt.”

“Tá ið Jesus svarar á henda hátt, so leggur hann dent á, at teir settu tann skeiva spurningin. Spurningurin er ikki: ”Hví datt tornið í Siloam oman yvir teir átjan?” Spurningurin er harafturímóti: ”Hví datt tað ikki oman yvir meg?”

Tað vísir seg altso, at teir, sum komu til Jesus, høvdu eitt skeivt fokus. Her stóðu teir framman fyri Jesusi við einum spurningi, sum snúði seg um syndina og deyðan hjá øðrum menniskjum. Men Jesus vendir øllum við og ger tað til ein persónligan spurning um teirra egnu synd og deyða.

Jesus ber seg ikki at á henda hátt, tí at hann manglar samkenslu fyri teimum, sum vóru deyð. Harafturímóti ger hann tað, tí at hann kennir hjørtuni. Hann veit, at teir, sum komu til hansara, høvdu brúk fyri sjálvrannsakan. Teir hava brúk fyri at hugsa um sína egnu synd og deyða. Teir hava brúk fyri at venda um, tí at annars fara teir sjálvir at uppliva ein óendaliga størri sorgarleik, nevniliga glatanina.

Umvendingin

Galileingarnir vóru deyðir. Teir átjan, sum tornið í Siloam datt oman yvir, vóru eisini deyðir. Men teir, sum komu til Jesus henda dag, vóru enn á lívi. Og tí var tað heldur ikki ov seint hjá teimum at fyrireika seg til deyðan og dómin. Ella sum vit plaga at syngja:

”Náðin vellir enn krossi av,

friðfylt eins og tað djúpa hav;

enn hon streymar um bygd og bý,

enn er náðitíð” (MS 309).

Og júst hetta er orsøkin til, at Jesus sigur: ”…um tit ikki venda um, tá skulu tit allir umkomast á sama hátt.” Hini deyðu kunnu nevniliga ikki venda um, men tað kundu teir. Fyri teir var tað enn náðitíð. Jesus eggjar teimum altso til at venda um, tí at teir vóru enn á lívi og høvdu enn møguleikan til at venda um.

LES EISINI  Langafríggjadagur: Bjargingin er fullgjørd, tí Kristus doyði fyri meg!

Men hvat merkir orðið ”umvending” í grundini? Tá ið eg slái orðið upp, verður tað lýst sum ein víðfevnd umvending frá øllum tí, ið hindrar einum í at geva seg yvir til Guds, og samstundis sipar tað eisini til, at ein vendir sær til Guds í kærleika og lýdni.

Syndin er sum áður nevnt okkara strørsti trupulleiki, tí at hon skilir okkum frá felagsskapinum við Gud. Júst hetta er eisini orsøkin til, at Jesus prædikaði umvending. Ella sum vit lesa í Matteusi 4,17: ”Eftir ta tíð tók Jesus at prædika og siga: ”Vendið um, tí at himmiríkið er í nánd!’” Og hetta er ikki einans nakað, sum Jesus segði fyri mongum árum síðani. Hann sigur tað líka so nógv við okkum í dag.

Endi

Jesus kallar okkum til sjálvrannsakan. Syrgiligi deyðin hjá galileingunum eigur at fáa okkum øll til at hugsa, ikki um syndina hjá galileingunum, men um okkara egnu synd, og hvussu vit kunnu verða reinsað frá okkara synd, áðrenn vit sjálv skulu doyggja. Ella sum vit lesa í Hebrearabrævinum: “Og líkasum vit menniskju skulu doyggja eina ferð, og eftir tað koma fyri Guds dómstól, soleiðis varð Kristus eina ferð borin fram sum offur fyri alla synd” (Hebr 9,27 í Nýggja sáttmálanum).

“Og tá ið vit her lesa ”alla synd”, so merkir tað eisini, at tínar syndir vórðu taldar við. Jesus hevur borið allar tínar syndir. Hann hevur goldið prísin fyri allar tínar syndir. Tað kostaði honum lívið! Tí er tað eisini bara hann, Jesus, hin upprisni og livandi frelsarin, sum kann reinsa teg frá allari synd.”

Tað er bara hann, ið kann frelsa okkum frá glatan og frelsa okkum til hitt æviga lívið í Guds nærveru. Og tá ið Jesus sigur, at vit skulu venda um, so merkir hetta í roynd og veru, at vit skulu flýggja til hansara við okkara synd: ”Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu” (Matt 11,28).

Góði lesari, um tú enn ikki hevur vent um til Jesus, so skalt tú kortini vita, at enn er náðitíð.

”Náðin streymar enn hesa stund;

kom, o, vinur, tað hevur skund!

Einans blóðið kann reinsa teg,

opna himnaveg” (MS 309).

 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina