Augsburgska trúarjáttanin XI: Umvending

Hvønn leygardag gjøgnumgongur Trúboðin eina grein í Augsburgsku trúarjáttanini, sum er eitt av teimum fimm játtanarritunum hjá evangelisk-luthersku fólkakirkjuni. Jón Poulsen, prestur í Danmark, hevur skrivað, og greinarøðin varð prentað í Trúboðanum í 2007. Hesaferð snýr tað seg um umvending.

“Um bótina læra tey, at tey, ið fallin eru eftir dópin, nær sum helst kunnu fáa fyrigeving syndanna, tá ið tey venda um, og at kirkjan eigur at geva slíkum avloysing, sum leita til bótina. Men í roynd og veru er bótin í tveimum pørtum: annar er angurin ella tann ræðsla, ið kemur á samvitskuna, tá ið syndin er viðgingin; hin er trúgvin, ið verður gitin av evangeliinum ella avloysingin, og sum trýr, at syndirnar verða fyrigivnar fyri Krists skuld, og sum uggar samvitskuna og fríar hana frá ræðsluni. Tínæst eiga at fylgja góðir gerningar sum fruktir av bótini (úr 12. grein).

Hvat merkir tað at vera umvendur? Um vit spyrja frummálið hjá Nýggja testamenti, svarar tað okkum, at umvending hevur nakað at gera við at broyta sinnalag, at fáa ein nýggjan hugburð, at venda við frá tí gamla til tað nýggja.

Gud skapar umvendingina

Men ikki er nóg mikið fyri okkum, bert at spyrja eftir tí málsliga týdninginum av orðunum; vit mugu eisini finna út av, hvat orðið merkir í tí samanhanginum, tað stendur í. Og her er nakað ógvuliga týdningarmikið, sum kemur fram.

Í Bíbliuni merkja bót og umvending ikki fyrst og fremst: ”Tíð til at taka seg saman!” ella líknandi.

Í Bíbliuni hava tey týdningin, at tað er Gud, sum veitir umvendingina; tað er Gud, ikki einstaka menniskjað, sum skapar umvendingina og bótina í hjartanum (sí t.d. Luk 24,47; Áps 5,31; Áps 11,18; 2 Tim 2,25 o.s.fr.).

LES EISINI  Tá vit ikki síggja høpi í okkara umstøðum

Gud skapar ikki umvending bara við at siga: ”Nú skal hann umvenda seg, og nú skal hon…”. Nei, hann hevur ein heilt serstakan hátt, nevniliga: ”So kemur tá trúgvin av tí, sum verður hoyrt; men tað, sum verður hoyrt, kemur gjøgnum orð Krists” (Róm 10,17).

Men hvat er tað so, sum verður prædikað? Hvørji eru hesi ”orð Krists”? Bíblian vitnar fyri okkum um tveir rættar mátar, hetta orðið verður boðað uppá. Fyri tað fyrsta er tað lógin, sum skal boðast, og fyri tað næsta gleðiboðskapurin.

Tað ljóðar so fínt og flott, men hvat liggur í tí? Jesus lærir okkum í Jóhannes 16, hvat talsmaðurin, Heilagi Andin, skal minna okkum á. Hann skal ”sannføra heimin um synd og um rættvísi og um dóm” (Jóh 16,8).

Guds orð er lógarboðskapur

Andin skal sannføra um synd, tað er ta synd, at menniskjuni ikki vilja taka ímóti honum og hava álit og trúgv á hann. Andin vísur okkum á okkara hjarta, hvussu nógv heldur tað vil fylgja egnum lystum enn Guds vilja. Andin peikar á, tá vit hava aðrar gudar enn Gud. Og hann peikar á, tá vit ikki elska okkara næsta.

Alt hetta sannførir Andin heimin um, og síðani kunnu tvey ting henda. 1) Vit verða rakt av boðskapinum, men vilja ikki góðtaka hann og kalla Gud órættvísan ella siga, at Guds orð mistekur seg. Ella vit verða rakt av boðskapinum og søkka djúpari og djúpari í mótloysi og missa at enda trúnna. 2) Ella vit taka ímóti boðskapinum og syrgja um okkara syndir og hyggja móti Jesu krossi fyri at taka ímóti fyrigeving syndanna (sí 2 Kor 7,8-10). Andin sannførir altso um synd, og prædikar Guds lóg og vilja.

LES EISINI  Trúgv grøðir - Styrk heilsuna

Guds orð er gleðiboðskapur

Andin skal eisini sannføra um rættvísi. Nevniliga, at Jesus er deyður fyri okkum og situr nú í Himli hjá Gudi og er ein ævig áminning um, at syndin er sónað. Jesus er ein himmalsk áminning um, at einki er eftir hjá tí einstaka at gera fyri at vinna frelsuna. Jesus hevur gjørt alt! Jesus hevur borið revsingina fyri ta synd, sum vit eru sek í, og sum Andin hevur víst okkum á. Trúgva vit á Jesus, eiga vit hendan gleðiboðskapin. Trúgva vit á Jesus, so eiga vit tað rættvísi, sum Jesus hevur.

Trúgva vit á Jesus, eru vit líka rættvís sum Jesus og koma tískil ikki at verða dømd á dómadegi.

Andin sannførir okkum um okkara synd og rættvísi; men eisini um dóm. Fyri tað fyrsta, at Sátan er yvirvunnin; einki vald kann halda okkum burtur frá Gudi longur, uttan okkara egna hjarta. Men hann vísir eisini á dómin, sum skal raka øll tey, sum ikki vilja trúgva á Jesus.

Rætta umvendingin og bótin er altso, tá orð Krists verður talað, at tað vekur syndajáttan og síðan frelsuvissu. Ikki víst, at syndajáttanin merkist sum ein stórur lætti, men er harafturímóti ein váttan av, at tú ikki kanst hvíla í tær sjálvum, men hevur brúk fyri Jesusi. Heldur ikki er víst, at frelsuvissan kennist sum ein stórt kenslulig uppliving, men er fyrst og fremst álit á, at Gud hevur vald og megi til at frelsa, og at hansara lyfti halda.

LES EISINI  Poddvarp: Fosturtøka og lóggáva – 2. partur

Hvør hevur tørv á umvending?

Øll, sum synda, hava tørv á umvending! Og øll, sum synda, kunnu koma, tá tey játta sínar syndir, til skriftamál og fáa syndanna fyrigeving veitta. Tað merkir ikki, at ein ikki kann fáa Guds fyrigeving, um ein ikki skriftar hjá einum presti; men skriftamálið er ein góður máti at gera tað uppá. Men um vit hugsa bíbilskt, er skriftamál eisini at játta sína synd fyri Gudi sjálvum í tí loynda; har verður fyrigevingin sjálvandi eisini veitt!

At enda skal verða nevnt, at har finnast tvey sløg av umvendingum: 1) Umvendingin hjá tí fráfalna ella ikki-kristna, sum er ein umvending frá deyða til lívs, frá vantrúgv til trúgv. 2) Og síðan umvendingin hjá tí trúgvandi, sum er ein daglig umvending. Ikki so, at ein ferðast inn og út úr Guds náði; men umvendingin heldur fast um, at tað gamla í okkum má doyggja – at syndin skal verða kúgað – og at Guds nýggja lív í okkum má mennast dag eftir dag.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina