Mugu arbeiða saman

Ovi Brim, sum í februar mánaði tók við prestaembætinum í Nes prestagjaldi, sigur í samrøðu millum annað, at kirkjan hevur eina avbjóðing við tíðini í dag, og at kirkjan ikki hevur ráð til annað enn at arbeiða saman við missiónshúsinum.

– Eg vóni, at eg kann vera her og byggja okkurt gott upp og byggja víðari á tað góða, sum longu er her. Tað er nakað serligt. Tú kemur ikki her og skalt uppfinna tann djúpa tallerkin eina ferð aftrat. Vit hava eina siðvenju, sum er evangelisk-luthersk, har vit boða trúgv á Jesus sum einasta veg til frelsu. Eg vil gjarna prædika evangeliið, tað er tað.

– Vit skylda missiónsarbeiðinum ótrúliga nógv. Kirkjan hevur ikki ráð til at ganga ímóti missiónini, tí missiónin er tað, sum lærir okkara kristna fólk. Har hava vit sunnudagsskúla og juniorarbeiði. Og hesi bæði eru heilt fantastiskt. Eg merki tað á konfirmantunum, at nógv av tí, sum tey vita, kemur frá sunnudagsskúla og juniorarbeiði.
Til seinast sigur hann, at ein prestur til eina og hvørja tíð skal arbeiða væl saman við missiónshúsinum.

– Hann hevur ikki ráð til annað. Kristnin í Føroyum hevur ikki ráð til annað.

Les alt prátið í Trúboðanum, sum kom út 29. mai.