Myndugleikarnir í Kina gera nýggj álop á kirkjur í landinum

Kinesisku myndugleikarnir halda fram við teirra harðrenda atburði móti kristnum trúarsamfeløgum. 19. august varð kirkja, ið nevnist “Yvirflóðskirkjan”, álopin. Henda kirkjan hevur verið virkin í 30 ár. Yvirflóðskirkjan varð afturlatin, tí hon var ein “ólógligur sosialur felagsskapur”. Tað er vanliga orðingin fyri felagsskapir, ið ikki vilja vera undir ríkiseftirliti, Tre-Selv-Kirke.

Sambært italska felagsskapinum, Beiskur Vetur, ið virkar fyri átrúnaðarligum rættindum, er afturlatingin av húskirkjuni, Yvirflóðskirkjan, partur av ætlan Xi Jinping, forseta, frá desember 2021, har hann boðaði frá atsóknum móti ólógligum átrúnaðarligum bólkum. Yvirflóðskirkjan fekk boðini at steðga øllum virksemi, annars fóru limir og prestar at verða fongslaðir. Beiskur vetur boðar frá, at Lian Changnian og Lian Xulisang, prestar, eu settir í húsavarðhald eitt ávíst stað.

Eisini evangeliski felagsskapurin í Kina er raktur av afturlatingini. Hann er partur av sama netverki fyri húskirkjur sum Yvirflóðskirkjan. Eisini mannarættindabólkurin China Aid, hevur fingið kunnleika um støðuna. Teir siga, at manningin í Yvirflóðskirkjuni er ákærd fyri ólógliga at savnast; ólógliga peningainnsavning og ólógliga skráseting.

LES EISINI  Borgarstjóravalevni í London: Kristin í Bretlandi verða forfylgd

Sambært China Aid sigur kona ein av prestunum, at hennara maður, Lian Xuliang, prestur, hevur kúlu á pannuni eftir at verða sligin.
-Eygu hansara eru blóðdálkað og skorpnað blóð sæst í eygnakrókum. Andlitið blóðdálkað í støðum. Armar og hendur bard og meltað, sigur konan.

Kirkjur á rað eru stongdar seinastu vikurnar. 70 luttakarar av einari kristnari familjulegu vórðu kringsett av 100 vápnaðum løgreglumonnum. Tey vaksnu vórðu hildin aftur, meðan heim teirra vórðu rannsakað og hald lagt á kristnar bøkur. 21. august lupu løgreglumenn á eina kirkju í Changchun. Beiskur Vetur hava sæð videoupptøkur av hendingini. Løgreglumenninir fara harðliga til verka móti kirkjufólkunum:
– Tvær konur fingu hjartatrupulleikar og máttu verða innlagdar. 9 kirkjufólk, harímillum presturin og tveir aðrir leiðarar vórðu handtiknir og ákærdir fyri ólógligan felagsskap, sigur Beiskur vetur.

Kina er nummar 17 hjá Open Doors World Watch List, ið hevur yvirlit yvir lond, ið uppliva størstu jagstranina.

H.D. Joensen, umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina