Nigeria: Muslimar drepa 17 fólk í sambandi við signing av barni

– Teir byrjaðu bara at skjóta tilvildarliga eftir fólki, sum hátíðarhildu signingina av einum barni, eftir eina gudstænastu í eini kirkju í økinum, greiðir Samuel Meshi, formaður fyri kommunustýrinum í Akawanga, frá.

Mamman varð dripin, og pápin er framvegis í lívsvanda eftir ógvusliga álopið. Barnið kom undan við lívinum, men annars vóru tey dripnu heilt niður í 10 ára aldur.
– Tíverri vórðu hesi menniskjuni dripin við køldum blóði uttan nakra orsøk, sigur Meshi.

Guvernørurin í Narasawa landslutinum, har álopið fór fram, Umaru Tanko Al-Makura, hevur kravt, at gerningsmenninir verða handtiknir beinanvegin.
– Hetta er nakað, sum vit taka í álvara. Vit skulu hava fund í trygdarnevndini, og eg havi longu vegleitt trygdarfólkini, til tess at tryggja, at hesi fáa fatur í gerningsmonnunum og seta teir til svars fyri álopið, segði Al-Makura.

Men felagsskapurin Open Doors hevur fyrr víst á, at nigerianska stjórnin søguliga ikki hevur megnað at vart tey kristnu í økinum. Bara í ár verður hildið, at umleið 400 fólk íroknað 100 børn eru dripin. Í 2018 var talið á dripnum onkustaðni millum 1.600 og 6.000. Nigeria hevur ikki nøkur hagtøl hesum viðvíkjandi, so tølini eru skiftandi.

LES EISINI  Halda fram við stríðnum móti blasfemiákærum

 

Kelda: Udfordringen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina