Nýggj føroysk týðing av allari Bíbliuni kanska um trý ár

Hóast sín unga aldur hevur Føroyska bíbliufelagið nógv jørn í eldinum. Felagið varð stovnað 11. oktober í 2012, men um fá ár kunnu vit longu vænta ta aðru nýggju bíbliutýðingina.

Ovasta leiðsla fyri Føroyska bíbliufelagið er eitt stýri, har flestu kirkjusamfeløg og fríkirkjur í Føroyum eru umboðað, umframt at limirnir í felagnum velja tveir limir. Dagligur leiðari er Gunnar K. Nattestad, aðalskrivari, sum er starvsettur hálva tíð.

Umframt at týða og geva út bíbliur og partar av Bíbliuni, gevur bíbliufelagið eisini út bøkur um Bíbliuna, ikki minst til børn. Fyri ikki so langari tíð síðani komu út “Bíblia til øll børn” og “Meldurbíblian”. Men ein týðandi og krevjandi táttur í arbeiðnum er arbeiðið við nýggjum týðingum.

Nýggi Sáttmálin verður endurskoðaður

Í sambandi við 500 ára haldið fyri reformatiónini síðst í oktober 2017 gav bíbliufelagið út “Nýggja Sáttmálan”, sum er lættlesilig týðing – ella endursøgn – av Nýggja testamenti. Støði varð tikið í danska “Den ny aftale”, sum Heri Tróndheim týddi, men nógv varð eisini hugt í aðrar lættlesiligar týðingar á øðrum málum, og føroyska útgávan er tillagað føroyskum lesarum.

LES EISINI  Tíðindaskriv: 200 ár á føroyskum og framvegis sprell-livandi!

– Nýggi Sáttmálin varð prentaður í 3.000 eintøkum, og stórur partur av tí er seldur. Tað hevur allatíðina verið ætlanin at endurskoða týðingina, áðrenn hon verður prentað uppaftur.

Ein arbeiðsbólkur verður nú settur at fara undir tað arbeiðið, og í tí sambandi vil bíbliufelagið fegið fáa viðmerkingar frá lesarum.

Tað kunnu til dømis vera orð ella orðingar, sum lesarin heldur, kundu verið hepnari. Arbeiðsbólkurin skal so viðgera hesar viðmerkingar og tær, sum longu eru komnar, sigur Gunnar Nattestad.

Øll Bíblian í nýggjari týðing

Næsta stóra takið er so ein nýggj týðing av allari Bíbliuni á nútíðar føroyskum. Hetta er týðingin, sum Hans Jacob Joensen fór í holt við, meðan hann var biskupur, og sum hann fyri fáum árum síðani handaði bíbliufelagnum. Hann hevði týtt allar bøkurnar í Bíbliuni uttan Sálmarnar í Gamla testamenti. At týða Sálmarnar hevur David Johannesen, fyrrverandi prestur í Vágum, tikið á seg, og meðan tað arbeiðið verður gjørt, verður restin av týðingini arbeidd ígjøgnum, bæði málsliga og í mun til frummálið.

LES EISINI  Guds Orð gagnar – tá tað verður brúkt ofta

– Gamla testamenti er rættlisið, burtursæð frá Sálmunum sjálvandi, og ein annar arbeiðsbólkur verður nú settur, sum skal gjøgnumganga tekstin, millum annað við frummálinum í huga, greiðir Gunnar frá.

– Bólkurin verður væntandi mannaður við gudfrøðingum og málsliga kønum, og tað verður strembað eftir, at breiddin í føroyskum kirkju- og samkomulívi kann siga sína hugsan.

Nýggja testamentið hava málkøn á Fróðskaparsetri Føroya rættlisið seinastu tíðina, og tað arbeiðið verður ætlandi liðugt í summar. Tá fer sami arbeiðsbólkur eisini undir Nýggja testamenti.

Eitt stórt tak eisini fíggjarliga

At geva nýggja týðing av allari Bíbliuni út er ikki løtuverk, tí nýggja týðingin skal eftir ætlan fáa løggilding. Tað merkir, at hon eftir ætlan kemur afturat týðingini hjá Dahl/Viderø frá 1937/1961 og kann verða nýtt sum standard bíbliutekstur í føroysku fólkakirkjuni millum annað.

– Væntandi tekur arbeiðið nøkur fá ár afturat, men vit eru í ferð við at brynja okkum út til hesa stóru nýútgávu, bæði verkliga og fíggjarliga.

Vit vóna, at dagurin ikki er so langt burtur, tá nýggja Bíblian kemur út, og til tað krevst sjálvandi góður fíggjarligur stuðul. Sølan av verandi bíbliu- og bókaútgávum gongur væl, og er við til at fíggja nýggjar útgávur, umframt at limagjald og annar stuðul munar væl. Men til slíka útgávu er eisini tørvur á øðrum fíggjarligum stuðli, sigur Gunnar at enda.

LES EISINI  Talvudagur til frama fyri nýggja bíbliutýðing

Øll, sum taka undir við endamálinum hjá Føroyska bíbliufelagnum, kunnu gerast limir, og ein kann tekna seg sum lim á heimasíðu felagsins. Limagjaldið er 200 krónur um árið.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina