Tann størsta uppdagingin

Mær dámar at vera forvitin, seta spurningar og leita eftir svarum. Av og á hendir tað, at eg verði bergtikin av onkrum, sum er so spennandi, at eg noyðist at kanna tað nærri. Tað kann til dømis vera ein endurnýtsluhandil ella eitt fornminnissavn, ella tað kann vera ein málningur, har eg støðugt kann síggja nýggjar smálutir.

Tann størsta uppdagingin, eg havi gjørt, er tó nakað so einfalt sum ein bók. Hesi bók havi eg lisið nógv í. Eg verði støðugt tikin á bóli og fái støðugt nýggjar avbjóðingar. Søgan er í veruleikanum ein sera einføld søga um kærleika. Men hvørja ferð, eg lesi hana, finni eg nýggjar smálutir.

Hetta er ein bók, sum sigur mær, hvør eg eri, og sum gevur mínum lívi meining og virði. Nakað av tí mest undursama við hesi bók er, at børn kunnu skilja hana, samstundis sum granskarar kring heimin brúka alt sítt lív uppá at granska hana. Bókin, eg tosi um, er Bíblian.

LES EISINI  Hvar skal eg byrja at lesa?

Mær dámar væl at granska í Bíbliuni. Seta spurningar til tekstirnar í henni, og lata hana bjóða mínum livi- og hugsunarhátti av.

Men er tað í lagi at seta spurningar til Bíbliuna? Er tað í lagi at seta spurnartekin við, hvør Gud er? Og er tað í lagi at vera ivingarsamur um tað, ein lesur?

Ja! Bíblian tolir væl, at ein setur spurnartekin við hana, kannar hana og er atfinningarsamur mótvegis hennara boðskapi. Jesus sigur sjálvur í Bíbliuni, at hann “er vegurin, sannleikin og lívið” (Jóh 14,6). Um tað er satt, tolir Jesus væl, at tað verða sett spurnartekin við hann, og at tað verður kannað, um hann er tann, hann sigur seg vera. Tí sannleikin fellir ikki til jarðar fyri tað, at hann verður kannaður – tað ger bara lygnin.

 

Nikolai Meyer Olesen, ungdómsráðgevi, skrivaði greinina,
sum stóð í blaðnum Impuls nr. 22/2018.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina