Nýggj poddvarprøð til foreldur (og onnur góð fólk)

Mats og Helena úr Gøtu hava játta seg til at gera eina nýggja røð av poddkastum til Trúboðan.

Í dagsins parti greiða Mats Jørgensen og Helena Siggurðsdóttir  frá, hvørji tey eru, og vit fylgja teimum á eini lívsferð, ið bæði hevur leitt tey kring heimin og nærri Gudi. Tey hava búð í Danmark, Svøríki, USA og Føroyum. Uppihaldið í USA og ein tvungin flyting til Føroyar hevði stóra ávirkan á teirra samband við Gud.

Næsti partur, sum kemur út aftan á summarferiuna, fer kanska at snúgva seg um barnauppaling. Mats og Helena vænta, at tey tosa mest til foreldur, hóast tey vóna at bæði yngri og eldri eisini fara at lurta og fáa okkurt burturúr.

LES EISINI  ”Men Gud greb ind” 5. partur - Josias Matras
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina