Nýggj útbúgving á MF í summar
Meinigheitsfakultetið (MF) í Aarhus í Danmark fer nú undir eitt nýtt samstarv við Fjellhaug Internasjonale Høgskole í Noregi. Frá í summar ber til at taka norska bachelorútbúgving á MF, skrivar MF í tíðindaskrivi í morgun.
Í summar stovnar Fjellhaug Internasjonale Høgskole eina nýggja deild í Aarhus í hølunum hjá MF og við lærarunum hjá MF sum undirvísarum. Tað merkir, at flokkurin í 2019 og komandi lesandi verða upptikin í eini heilt nýggjari lestrarskipan í norskum høpi. Útbúgvingin verður trý ár, og tekur ein nakrar lærugreinar afturat tað fjórða árið, hevur ein atgongd til at søkja um upptøku á kandidatútbúgvingar í Danmark.
Hetta stóra stigið hevur leiðslan hjá MF tikið fyri at tryggja møguleikarnar hjá teimum lesandi at lesa víðari á kandidatútbúgvingunum á donskum universitetum. Málið er framvegis at kunna veita engageraðar og skikkaðar prestar til kirkjuna og starvsfólk til missión, bæði í Danmark og úti í heimi, skrivar MF í tíðindaskrivinum.