Nýggjárslegan góða undirtøku

Nýggjárslegan, sum var um vikuskiftið, hevði nógvar luttakarar. Eini 190 luttakarar vóru á leguni, og við hjálparfólkum vóru tey eini 210 á legu. Høvuðsevnið á leguni var “Hitt góða stríðið”, og hetta var eisini evnið í taluni hjá Alfredi Petersen á møtinum fríggjakvøld. Við støði í, hvat hendir aftaná umvendingina, talaði hann út frá spurninginum: “Nú hava vit vent um, hvussu stríðast vit nú?”. Hann kom inn á úthaldni í stríðnum og at standa á tí eina degi, tá ið lívið endar.

Talan hjá Alfredi var tann fyrsti av trimum bíbliutímum. Tann næsti var leygarmorgun, tá ið Bjørt Simonson og Súsanna Olsen høvdu um “Lordship”. Tær umrøddu spurningin, hvat tað er, at Harrin er harri, og tær spurdu eisini, hvat kann forða tí, at vit hava hann sum harra. Tær søgdu millum annað, at vit øll hava okkurt, sum kann vera fyri, og hvussu vit kunnu leggja tað frá okkum, so at Harrin kann verða harri.

 

Q&A – spurningar og svar

Q&A, sum er ein stytting fyri Questions & Answers, er eitt nýtt ting millum ungdómin. Tað er eitt panelborð, har møguligt er at koma við spurningum um alt. Í panelinum á nýggjársleguni vóru Øssur Kjølbro, Hilda Viderø og Kartin Høgnesen.

– Fólk dámdu tað ótrúliga væl, og nógv møttu upp til tað. Nógvir spurningar vóru teologiskir. Dópur og frelsa, grøðing og líknandi. Fyrr hava flestu spurningarnir verið um etisk viðurskifti, men nú vóru meira teologiskir spurningar. Tað er spennandi, sigur Jonleif Danielsen, formaður í landsungdómsnevndini.

 

Myndir frá nýggjárleguni, sum Silvia S. Kristiansen hevur tikið, kunnu síggjast her