Nýggjur nevndarlimur í OM

Randi Joensen í Havn er nýggjur nevndarlimur í OM Føroyum. Hon kemur í nevndina fyri Maju Jakobsen, sum fór úr nevndini á aðalfundinum. Randi, sum er 53 ára gomul og ættað av Toftum, kemur saman við fólki í Heimamissiónini til møti, og seinastu árini hevur hon verið virkin í lærusveinaskúlanum PODAS, fyrst sum næmingur í tvey ár og síðan sum leiðari fyri ein flokk.
Randi hevur ikki drúgvar royndir í OM, men brennur fyri, at fólk koma at fylgjast við Jesusi. Randi sigur sjálv: “Eg ynski so innilaga, at fólk verða frelst, bæði her heima og uttanlands. At arbeiða við ungdómi ella tilkomnum fólki – tað ger tað sama, alt er spennandi.” Millum øll tiltøkini, sum OM hevur skipað fyri, síðani deildin í Føroyum varð stovnað, tekur Randi serliga tiltakið Global Village fram. Hon sigur, at á tiltakinum hevði tað stóra ávirkan á hana at síggja, hvussu fólk hava tað runt í heiminum.