Ólavsøka í Meinigheitshúsinum í Havn

Meinigheitshúsið í Havn hevur aftur í ár skipað fyri eini spennandi skrá á Ólavsøku. 28. og 29. juli verður møguligt at støkka inn á gólv at heilsa upp á kend sum ókend av húsinum, útisetar og lokalfólk og at fáa alt møguligt gott til likam og sál. Øll vera boðin vælkomin í Meinigheitshúsið á Ólavsøku!

28. juli verður opið hús frá kl. 22, har tey ungu skipa fyri lovsangsløtu, suppa verður og café HeBrew verður opin.

29. juli verður møti kl. 20 við Bergur D. Joensen, sóknarpresti, og Blátt Gras kemur at syngja og spæla. Café HeBrew verður opin eftir møti.

Góða Ólavsøku

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina