OM-Føroyar havt ársfund
Mánakvøldið 22. apríl, hevði missiónsfelagsskapurin OM-Føroyar ársfund. Fundurin var í Spinnarínum í KLaksvík og uppmøtingin var góð.
Jens Christian Olsen, formaður bjóðaði vælkomin og Dánjal av Rana, dagligi leiðarin av OM-Føroyar leiddi kvøldið. Jens Christian greiddi frá gongdini farna árið og nógv var at fegnast yvir. Fleiri føroyigar eru úti í missión, bæði umborð á Logos Hope og Dulos Hope og í ymiskum londum.
Jóhannes Mortensen, trúboðari í Fraklandi, greiddi frá arbeiðinum og videoheilsan var frá trúboðara í Suður Afrika. Kvinnukórið SU sang so fýra sangir.
Síðani greiddi Helena Olsen, kassameistari frá fíggjarligu gongdini farna árið.
Jóhan Petur Johannesen, skipaði fyri bønarløtu, áðrenn enda var við eini videoheilsan frá Logos Hope, sum takkaðu føroyingum fyri 2,08 milliónir krónur til keyp av olju í 2023.
Til seinast var bjóða til drekkamunn og at hyggja eftir tilfarið hjá OM-Føroyar.
Huglagið var gott og fólk vóru takksom fyri arbeiðið hjá OM-Føroyar, sum millum annað skipar fyri vælumtøkta Teenstreet. Teenstreet verður aftur í Týsklandi í summar, og luttakarar og leiðarar eru vælkomnir at tekna seg. Meiri fæst at vita á www.om.fo