Open Doors í Danmark savnar undirskriftir fyri at geva Asia Bibi friðskjól í Danmark

Kristna kvinnan Asia Bibi varð ákærd fyri blasfemi, og sat deyðadømd í átta ár í pakistanskum fongsli. Tann 31. oktober í ár varð hon fríkend í Hægsta rætti. Tað vóru ikki nóg góð prógv móti henni.

Asia Bibi hevur, síðani hon varð leyslatin, fjalt seg, tí víðgongdir muslimar í Pakistan ætla at drepa hana. Hon bíðar nú eftir tilboði um politiskt friðskjól, men tað mest sjálvsagda landið, Stórabretland, hevur júst víst aftur einum tilboði um friðskjól. Og lítið bendir á, at danska stjórnin ætlar sær at bjóða henni friðskjól.

Í 2015 lovaði danska stjórnin, at hon vildi vera við til at verja kristnu minnilutarnar í heimsins brennideplum. Menniskju, sum dagliga verða forfylgd vegna sína kristnu trúgv.

– Vit halda, at Asia Bibi er eitt av teimum menniskjunum, sum danski staturin hevur skyldu til at hjálpa. Tað vilja vit minna okkara politikarar á, og tí er vit farin undir at savna inn undirskriftir. Vit halda, at Danmark eigur at geva Asia Bibi politiskt friðskjól, sigur Open Doors Danmark í tíðindaskrivi. Asia Bibi er ein fyrimynd fyri allan heimin. Hon er ein, sum stríðist fyri grundleggjandi mannarættindum.

LES EISINI  Kristin kinverji handtikin fyri ólógliga at prædika gleðiboðskapin á gøtuni; men heldur tó á at prædika fyri politinum.

Undirskriftsinnsavningin liggur her.

 

Kelda: forfulgt.dk

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina