“Ørkymlandi gongd”: Fólkaræði undir trýsti

Fólkaræði í afturgongd um allan heim, og Evropa er fyri eini “bylgju av autokratiserings tilburðum”. Innrás Russlands í Ukraina vísir, hvar gongdin kann føra okkum, metir ein serfrøðingur

2021 varð metár. Kortini ikki av jaliga slagnum. Lutfalsligi parturin av heimsins íbúgvum, ið livir í einum fólkaræði, var á lægsta støði síðani 1989, kemur ein nýggj frágreiðing frá V-dem Institute fram til, ið er partur av Gøteborg Universiteti.

Í 2012 kundu 42 lond í heiminum lýsast sum liberal fólkaræði, í dag er sama tal 34 lond – tað lægsta í 25 ár. Hetta merkir, at 70% av heimsins íbúgvum, ella 5,4 mia menniskju nú livir í einum einaveldi – eitt stýrislag, har valdið er miðsavnað hjá einum persóni. Í 2011 var sama tal 49%.

“Hetta er avgjørt ein skeiv og ørkymlandi gongd,” sigur Jacob Nyrup, ið er postdoc og granskari í einaveldis stýrum á universitetinum í Oslo.

“Tað er ein røð av viðurskiftum í einum fólkaræði og í samband við frí val, ið gera, at fólk liva betur og meira virðilig lív. Eitt nú, at tú hevur ein veruligan møguleika at geva tíni sjónarmið til kennar og at seta leiðaran frá umvegis eina fólkaræðisliga valrættar-mannagongd. Hesin møguleiki er nógva staðni við at vera undir trýsti í okkara tíð.”

Ein av frágreiðingunum um hesa gongd er, at India nú ikki longur kann kallast eitt fólkaræði, men heldur eitt einaveldi við vali. Landið við sínum 1,38 mia íbúgvum er kortini als ikki einastandandi.

Sambært Jacob Nyrup hevur fólkaræði í mong ár verið undir trýsti í fleiri stórum londum. Hesi umfata – umframt India – eitt nú Brasilia, Turkaland og Russland. Lond, ið hava sæð eitt glíðandi og líðandi skifti frá onkrum, ið líktist fólkaræði til einaveldi á ymsum stigum.

“Fyrr fóru fólkaræði ofta um koll brádliga, eitt nú gjøgnum hernaðarkvett. Men í dag síggja vit ofta eina meira glíðandi gongd, har tað í staðin er ein valdur leiðari, ið  spakuliga máar liberala fólkaræðisliga støði undan sær – eitt nú við at seta egin fólk í dómsrættarligu skipanina, økja eftirlitið við miðlarnar, kúa mótpartin og líknandi átøk,” sigur Jacob Nyrup.

Sambært frágreiðingini frá V-dem hava 33 lond flutt seg skeivan veg á einaveldis-kós hesi seinastu 50 árini. Og evropa er onki undantak. Her er fólkaræði viknað í londum sum Pólandi, Kekkia, Kroatia, Serbia og í Ungarn – har tey bæði síðstnevndu høvdu val síðsta sunnudag.

Í ES halda 6 av 27 londum skeiva leið móti einaveldi, og tað eigur at fáa okkum at rakna við, metir Svend-Erik Skaaning, ið er professari í stjórnmálafrøði frá Århus Universitet og hevur verið partur í arbeiðinum um frágreiðingina frá V-dem.

“Ofta hevur ES verið tikið fram sum trygd fyri fólkaræði – bæði í mun til limalondini, men eisini til londini uttanum, ið ofta skulu liva upp til krøvini um fólkaræði fyri at verða roknað við sum møguligt framtíðar ES-limaland. Tí varð eisini roknað við, at bæði leiðarar og fólk vóru sinnað at halda seg til dygdarinnar smala veg, men nú er líkt til, at tað ikki er so, sum mong hildu tað vera,” sigur hann.

“So leingi, andstøðan hevur ein veruligan møguleika at taka við valdinum umvegis fólkaræðislig val er enn vón fyri fólkaræði. Men tað er avgjørt orsøk til órógv í okkara tíð, tí kanningar vísa, at tá eitt land er farið inn á eina skeiva kós, so er stórur vandi fyri, at tað fer heilt av leið.”

Aftaná innrás Russlands í Ukraina er ein serlig orsøk at stúra fyri gongdini, metir Svend-Erik Skaaning, ið vísir á, at økt autkratiserings-gongd kann elva til fleiri kríggj.

“Tað er rættiliga sannlíkt, at ekstrema miðsavnanin av valdinum, ið er farin fram í Russlandi, har Vladimir Putin er vorðin einaveldisharri uttan eftirlitsmyndugleika at fylgja við gongdini, hevur økt vandan fyri kríggi og vandamiklum politikki sum heild,” sigur professarin í stjórnmálafrøði.

“Tá ongin talar ímóti valdinum, og menniskju bera ótta fyri at missa høvdið, um tey koma við vánaligum tíðindum ella eru atfinningarsom mótvegis einaveldisharranum, so verða avgerðirnar tiknar á einum vánaligum grundarlagi. Tað er nógv, ið bendir á, at tað hevur verið samanhangurin í mun til innrásina í Ukraina.”
Kristelig Dagblad: Johan Varning Bendtsen