Óttin fyri Korona smittuni steingir Oberammergau

Býurin hevur síðani 1634 víst sítt takksemi fyri, at Gud eftir bøn spardi býin fyri umfarsóttini ‘Svarti deyði’. Men nú hava krøvini frá týsku myndugleikunum í sambandi við Korona smittuna stongt passiónsleikirnar. Tó bert fyribils.

Býurin Oberammergau er kendur kring allan heim fyri passiónsleikin, sum 10. hvørt ár verður framførdur, og har leikararnir eru fólk, sum búgva í býnum. Men passiónsleikirnir, sum skuldu verða í summar, vera av ongum – og tað er paradoksalt orsakað av virus-umfarsóttini Korona. Tað var júst í takksemi fyri, at Gud hevði hoyrt bønina hjá íbúgvunum, og at býurin slapp undan ‘Svarta deyða’, at farið varð undir at framføra passiónsleikin í 1634.
Men nú hava herdu krøvini fyri týsku myndugleikunum móti Korona-smittuni, gjørt tað ógjørligt at framføra passiónsleikirnar.

Ferðavinnan er sum kunnugt hart rakt í hesum døgum. Hetta er eisini galdandi fyri Felix Rejser í Danmark, sum ætlaði at gera 30 ferðir til Oberammergau í summar, men allar eru nú avlýstar.
Sóttin ‘Svarti deyði’ var munandi álvarsligari enn núverandi virussjúkan. Sóttin herjaði ymsastaðni í Europa í 300 ár. Mett verður, at fólkatalið í Europa minkaði við einum triðingi orsakað av sóttini, men keldur eru fáar. Bara í Keypmannahavn doyðu 23.000 fólk, sum tá var ein triðingur av fólkatalinum har.

Í Oberammergau búgva í dag umleið 5.300 fólk, og tey flestu eru trúgvandi kristin (katolikkar).
Umleið 2.300 av teimum – børn og vaksin – skuldu virka við í leikinum á ella aftanfyri leikpallin ella sum tónleikarar. Eitt stórt kór skuldi eisini luttaka.

Stívliga 4.700 áskoðarar sleppa til hvørja framførslu, sum varðar í umleið tvær ferðir hálvantriðja tíma. Harímillum er ein døgurðasteðgur.
Roknað varð við, at sløk 500.000 fólk fóru at koma til leikirnar í 2020, sum nú eru avlýstir. Ætlanin er nú ístaðin at framføra passiónsleikirnar í 2022.

Kelda: Udfordringen