Ovi Brim innsettur sum próstur

2. páskadag varð Ovi Brim innsettur sum próstur í føroysku fólkakirkjuni. Hetta hendi við gudstænastu í Gøtu Kirkju.

Føroya biskupur, Jógvan Fríðriksson, stóð fyri innsetanini. Gøtu Kirkju ungdómskór sang eisini til gudstænastu, har tey eftir prædikuna hjá Ova Brim framførdu eina útgávu av Nærri mín Gud til tín.

Eftir gudstænastuna helt hátíðarhaldið fram við døgurða í kirkjukjallaranum.

LES EISINI  Samkirkjudagar á Sandoynni komandi vikuskifti
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina