Pallborð: at miðla kristindóm

Krists himmalsferðardag, hósdagin 14. mai, klokkan 16:30 er almennur pallborðsfundur í kirkjuhúsinum á Strondum. Fundurin er í sambandi við aðalfundin hjá Kristiligum Lurtara- og Hyggjarafelag.

Evnið fyri pallborðsfundin er um at miðla kristindóm. Jákup Reinert Hansen, lektari í kirkjusøgu, leggur fyri at lýsa evnið. Tey, sum sita við pallborðið, eru Ann Dahl Hansen, sóknarprestur, Jógvan Zachariassen, samkomuleiðari í Lívdini og Osvald Joensen, upptøkuleiðari.

Aðalfundurin byrjar klokkan 15:00