Pávin røddi til Kongressina
Sum tann fyrsti pávin nakrantíð, røddi Frans I í Kongressini í USA. Fleiri kristnir leiðarar viðmerkja, at hann einki segði um Jesus Kristus.
Sambært Religion Today halda 40% av teimum protestantisku prestunum í USA, at pávin gav fólki eina positiva fatan av katólsku kirkjuni. Hetta er ein nýggj kanning, sum er gjørd í sambandi við pávavitjanina.
Men Danny Burke, sum er professari við Southern Baptist Theological Seminary, er vónbrotin av røðuni.
– Hann stendur í Kongressini – á einum palli, sum allur heimurin lítur at – og hann sigur einki um hjartað í kristna gleðiboðskapinum. Einki um at Jesus Kristus varð krossfestur fyri syndarar og reis úr deyðum. Einki um Guds ríki og at Kristus ger alt nýtt, skrivaði Burke á heimasíðuni hjá lærustovninum.
Pávin røddi um familjulív, klimabroytingar, trúarfrælsi og fólkaflyting. Men hann nevndi ikki fosturtøku beinleiðis, og hann segði einki fyri at verja tær milliónirnar av ósekum, sum eru vorðin myrd lógliga í okkara landi síðan 1973, leggur Burke aftrat.