Pílagrímslongsul

Fyri 25 árum síðani varð ein av mínum best dámdu filmum gjørdur, nevniliga “The Shawshank Redemption”, á donskum “En verden udenfor”. Í filminum, sum snýr seg um ein mann, ið situr í fongsli í fleiri ár, hóast hann er ósekur, møtir ein einum boðskapi um vón, sum mær dámar sera væl.

Andy Dufresne

Eftir at hava sitið í isolatión í tvær vikur fyri at hava spælt eitt brot av Mozart yvir fongsulshátalararnar, kemur høvuðspersónurin, Andy Dufresne, út aftur til hinar fangarnar. Teir verða sera ovfarnir, tá ið hann sigur, at tað vóru tvær lættar vikur í isolatión, tí at hann hevði Mozart við sær í sínum tonkum og í sínum hjarta, og at tónleikurin nevniliga gav best meining innanfyri fongsulsmúrarnar, tí at hann hjálpti honum til at minnast, at tað funnust støð í heiminum, sum ikki vóru gjørd av steini, og at tað fanst eitt stað innan í honum sjálvum, sum eingin kundi nerta við, nakað, sum hann átti fyri seg sjálvan, nevniliga vónina um, at tað fanst ein heimur uttanfyri múrarnar.

Og tað var nevniliga vónin um heimin uttanfyri múrarnar, sum hjálpti Andy Dufresne ígjøgnum heimin innanfyri múrarnar.

Kjarnuboðskapurin í filminum er sostatt, at vónin er tað besta, sum vit hava.

Ein veruligur heimur

Okkara kristna vón er grundað á ein veruligan søguligan persón og á ein veruligan himmal, líkasum vónin hjá hesum fanganum eisini var grundað á hin veruliga heimin uttanfyri ella kanska rættari ein ávísan bý uttanfyri. Vónin, sum Andy Dufresne hevði innanfyri múrarnar, var nevniliga grundað á ein ávísan bý uttanfyri múrarnar – Zihuatanejo í Meksiko, har ein nýggj og góð byrjan var gjørlig.

Við hesi søgu vil eg ikki siga, at hesin heimurin er eitt fongsul, sum man bara skal gleða seg at koma burtur úr. Als ikki! Heldur vil eg undirstrika, hvussu stóran týdning hin himmalska vónin hevur fyri lívið bæði her og nú og fyri lívið eftir deyðan.

Ferðin endar ei her

Eg trúgvi, at lívið verður fátækt, tá ið ein livir tað einans við jarðarvendum eygum. Eg trúgvi eisini, at lívið verður fátækt, tá ið ein vil flýggja frá hesum heiminum, sum Gud nevniliga hevur kallað okkum til liva og tæna í. Eg haldi altso, at tað er best fyri okkum at síggja hetta lívið og hitt komandi lívið í einari heild. Eg haldi eisini, at vit liva lívið best, tá ið vit brúka tað sum eina ferð heim til Himmals. Og lívið her og nú er ein partur av ferðini, men:

Ferðin endar ei her,

men til himmals tað ber,

til tað heimland, sum Jesus mær vann

(Hilmar Andrésen, MS 605,2).

Hetta er ikki veruleikaflýggjan. Hetta er heldur at fáa samband við lívsins djúpa sannleika, nevniliga at vit ikki hava ein verðandi stað her, men at tað finst ein komandi staður, sum vit eiga at brúka lívið til at tráa eftir. Ella sum tað stendur skrivað: ”Tí at vit hava her ikki verðandi stað, men vit søkja tann komandi” (Hebr 13,14).

At ferðast í longsli

Ein fremmandur eg eri

sum mínir fedrar her,

á jørð mítt heim ei verður,

men yvir skýggjum er;

har uppi býr mín faðir

í dýrd í halgum stað,

har vildi eg nú verið

og sungið einglalag.

(Hjalmar Joensen, MS 554)

Hvat er okkara størsti longsul? Svarið uppá henda spurningin er kanska eitt sindur skiftandi frá persón til persón. Men um eg spurdi ein pílagrím, so hevði hann óivað svarað, at hansara størsti longsul var at náa sítt ferðamál. At leingjast og at vera pílagrímur hongur altso saman, og tí kunnu vit lýsa ein kristnan pílagrím sum ein persón, ið ferðast í longsli.

Kirkjufaðirin Augustin sigur nakað soleiðis: ”Tú (Gud) hevur skapað okkum til tín sjálvs, og okkara hjørtu hava ongan frið, fyrrenn tey finna frið í tær.”

Hesin heimurin er fullur av óróligum hjørtum, tí at mannaættin hevur vent Gudi bakið. Men Gud hevur tíbetur ikki vent okkum bakið. Hann hevur sent sín son inn í heimin fyri at frelsa øll menniskju aftur til sín sjálvs. Og tá ið Jesus kallar okkum og sigur: ”Fylg mær”, og vit fylgja honum, tá verður ein kristin pílagrímur føddur, sum ferðast í longsli heim til Faðirin.

LES EISINI  Videoadventskransurin: Vónarinnar ljós

Hin heilagi býurin

Um vit trúgva á Jesus, so eru vit eisini andligir pílagrímar, sum ferðast í longsli. Vit leingjast eftir Guds nærveru í hinum heilaga býnum, sum Jesus nú er í holt við at tilbúgva fyri okkum. Í Jóhannesevangeliinum sigur Jesus: ”Í faðirs míns húsi eru mangir bústaðir. Var tað ikki so, hevði eg sagt tykkum tað; tí at eg fari burtur at tilbúgva stað fyri tykkum. Og tá ið eg eri farin burtur og havi tilbúgvið stað fyri tykkum, komi eg aftur og skal taka tykkum til mín, til tess at har sum eg eri, skulu tit eisini vera” (Jóh 14,2-3). Sum trúgvandi eru vit altso á ferð til eitt ávíst himmalskt ferðamál. Og tað er stórt sæð hetta, sum øll Bíblian snýr seg um: hitt gleðiliga møtið millum Gud og hansara fólk, millum skaparan og skapningin.

Á ferð til himmals

Hin kristni pílagrímurin er ein fremmandur í hesum heiminum og er á veg til sítt sanna heim hjá Gudi í himlinum. Vit hava bara henda jarðiska bústaðin í eina stutta tíð. Men okkara sanni og ævigi bústaður bíðar eftir okkum í hinum himmalska ríkinum, sum vit longu nú hava borgarskap í, og sum vit koma at njóta til fulnar, tá ið Jesus kemur aftur fyri at taka okkum heim til sín.

Vit hava ein Harra og Frelsara, sum elskar okkum av øllum sínum hjarta og sum leingist eftir at vera saman við okkum. Og tað er fyri at uppfylla sín egna guddómliga kærleika til okkum og longsul eftir okkum, at Jesus kallar okkum til at vera sínar pílagrímar. Sum kristin hava vit altso ein himmalskan bý fyri eyga. Vit síggja kanska ikki henda býin við okkara likamligu eygum, men í okkara trúarvón vita vit, at vit eru á ferð heim til himmals.

Tað, sum vónað verður

Í Hebrearabrævinum lesa vit: ”Við trúgv var Ábraham lýðin, tá ið hann varð kallaður at fara burtur til ein stað, sum hann skuldi fáa í arv, og hann fór burtur, tó at hann ikki visti, hvar hann skuldi koma. Við trúgv varð hann útlendingur í landi fyrijáttanarinnar, sum var tað í fremmandum landi, og búði í tjøldum saman við Ísaki og Jákupi, sum vóru samarvingar við honum til hina somu fyrijáttan. Tí at hann væntaði tann stað, sum stendur á fastari grund, og sum Gud er byggingarmeistari og smiður at” (Hebr 11,8-10).

Hesin teksturin stavar frá einum kapitli í Hebrearabrævinum, sum snýr seg um trúarkraftina hjá vitnunum í gamla Ísrael. Her verður trúarkraftin hjá Ábrahami serliga lýst. Men fyri at skilja boðskapin í hesum tekstinum og øllum kapitlinum trúgvi eg, at tað er upplagt at byrja við at spyrja, hvat ið trúgv veruliga er fyri nakað. Svarið finna vit í fyrsta versinum í sama kapitli: ”Men trúgv er treyst í tí, sum vónað verður, sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja” (Hebr 11,1).

Frá syndafalsins garði til frelsunnar bý

Hin kristna vónin er ikki nakað, sum er tikið úr leysum lofti. Harafturímóti er vónin grundað á ein veruligan søguligan persón og á ein veruligan himmal.

Henda vónin inniheldur eisini sannføringina um hin ósjónliga veruleikan, nevniliga at ein Gud finst, sum hevur skapað alt tað, sum vit síggja rundan um okkum, ein lívgevandi og frelsandi Gud, sum vit kunnu hava persónligt viðurskifti við í hesum lívinum og harvið eisini í hinum æviga lívinum, ein Gud, sum er byggimeistari og smiður at einum heilagum býi, sum øll menniskju á øllum støðum og til allar tíðir eiga at hava sum sítt endaliga ferðamál. Í stuttum áttu vit øll at sæð hetta lívið sum eina ferð til himmals. Hetta er jú kjarnuboðskapurin í Bíbliuni: Guds arbeiði við at leiða okkum frá syndafalsins garði til frelsunnar bý.

Tað er Guds serliga nærvera, sum ger ferðamálið hjá hinum kristna pílagríminum til nakað heilt serligt.

Sum sagt hevur Gud skapað okkum til sín sjálvs, og tí náa vit eisini okkara hægsta mál sum menniskju, tá ið vit eru í Guds nærveru.

At njóta hansara nærveru er tann einasta gleðin, sum kann nøkta mannasálina til fulnar.

LES EISINI  Eg veit eitt land, har vakurt er

Skapað til ein annan heim

Prædikarin sigur, at Gud hevur lagt ævina í okkara hjørtu (Præd 3,11). Og tí leingjast vit eisini eftir hinum æviga. Í bókini “Berur kristindómur” grundar C.S. Lewis eina próvgrund fyri Guds tilveru júst á henda longsul. Hann sigur:

”Um eg finni ein tørv í mær sjálvum, sum eingin uppliving í hesum heimi megnar at nøkta, so er tað mest sannlíkt, at eg varð skapaður til ein annan heim.”

Heimspekingurin, Peter Kreeft, undirstrikar tað sama, tá ið hann sigur:

  1. Ein og hvør natúrlig og viðfødd tráan hóskar saman við onkrum veruligum luti, sum kann nøkta henda tørv.
  2. Men ein tráan finst í okkum, sum ikki kann nøktast í tíð, á jørð ella av nøkrum skapningi.
  3. Tess vegna má okkurt vera til umframt tíðina, jørðina og skapningin, sum kann nøkta henda tørv.
  4. Hetta okkurt er tað, sum menniskju kalla “Gud” og “ævigt lív saman við Gudi.”

Hesin longsulin boðar okkum altso frá, at menniskjað einaferð átti sanna gleði, men at tað nú einans er eitt tómt spor eftir, sum menniskju til fánýtis royna at fylla við øllum tí, sum tey síggja rundan um seg. Men hetta er ikki nøktandi, tí at hitt endaleysa dýpið kann einans fyllast við nøkrum, sum er óendaligt og óbroytiligt, tað er av Gudi sjálvum. Hetta samsvarar eisini við tað, sum kirkjufaðirin Augustin segði: ”Tú (Gud) hevur skapað okkum til tín sjálvs, og okkara hjørtu hava ongan frið, fyrrenn tey finna frið í tær.”

Einki betri heim enn himmalin

Í prædiku síni, The Christian Pilgrim, undirstrikar hin kendi prædikumaðurin, Jonathan Edwards, at tað tess vegna sømir seg fyri okkum at brúka hetta lívið sum eina ferð til Himmals, líkasum tað eisini sømir seg fyri okkum at miðja eftir at náa okkara hægsta og rætta endamáli. Tað finst einki betri at brúka sína tíð uppá enn at ferðast á vegnum, sum førir til hina ævigu sæluna í Guds nærveru, har øll okkara ynski verða uppfylt, og eingin vandi er fyri at missa gleðina aftur. Tað finst einki betri heim enn Himmalin! Tí eiga vit eisini, líkasum Ábraham, at játta, at vit eru útisetar og fremmand her á jørð, og at vit stunda eftir einum fedralandi og einum býi, sum ikki er av hesum heimi.

Ein himmalsk vón í einum neyðstøddum heimi

Í Bíbliuni fær ein neyðstaddur heimur eina himmalska vón. Okkara lív í hesum heiminum er jú eitt lív, sum er merkt av einari løgnari blanding av gleði, sorg, kærleika, óndskapi, heilsu, sjúku, lívi og deyða, har lívið fyri summi fólk onkuntíð tykist sum himmal á jørð, og fyri onnur kann tykjast sum eitt fongsul, tí at lívið og frælsið, sum man ynskti sær av øllum sínum hjarta, fór í sor, og vónin tykist harvið at vera so fjar.

Í lívsins stóru løtum kunnu nógv av okkum kortini ikki lata vera við at hugsa, at tað finst ein kærleikans Gud, sum gevur okkum allar hesar lívsins gávur. Í lívsins truplu og myrku løtum, tá ið líðingin og óndskapurin ger okkum málleys, kunnu nógv av okkum heldur ikki lata vera við at hugsa, at tað finnast ein staður og eitt lív, har ið sjúkdómur, líðing, óndskapur, kríggj og deyði ikki eru til.

LES EISINI  Heystmøtir í Meinigheitshúsinum í Havn

Finst eitt sovorðið lív? Finst ein sovorðin staður? Ja, tað ger tað sambært hinum vónríka boðskapinum, sum vit møta í Bíbliuni. Í Opinberingini verður hesin staður lýstur soleiðis: ”Og eg sá nýggjan himmal og nýggja jørð, tí at hin fyrri himmalin og hin fyrra jørðin vóru horvin, og havið var ikki longur til. Og eg sá staðin heilaga, hitt nýggja Jerúsalem, stíga niður av himni frá Gudi, búnan sum brúður, ið er skrýdd fyri manni sínum. Og eg hoyrdi harða reyst frá hásætinum, sum segði: “Sí, tjaldbúð Guds er hjá menniskjunum, og hann skal búgva hjá teimum, og tey skulu vera fólk hansara; og Gud sjálvur skal vera hjá teimum. Og hann skal turka hvørt tár av eygum teirra, og deyðin skal ikki longur vera til, ikki heldur sorg, ikki heldur skríggj, ikki heldur pínsla skal longur vera til; tí at hitt fyrra er farið” (Opb 21,1-4). Hetta er okkara vón!

Jesus er stavnhaldið

Okkara vón er grundað á Jesus Kristus, sum er hitt fullkomna offrið fyri allar heimsins syndir. Á Golgata hoyra vit hann rópa: ”Tað er fullgjørt!” (Jóh 19,30). Jesus stendur fyri einari fullgjørdari sáttargerð fyri allar heimsins syndir. Og ígjøgnum hansara gerning á krossinum er vegurin heim til Guds nærveru aftur opin fyri okkum. Boðskapurin um krossin kallar okkum soleiðis til at vera pílagrímar, sum ferðast ígjøgnum henda heimin, men sum altíð hava himmalin sum sítt ferðamál og rætta heim. ”Tí at vit hava her ikki verðandi stað, men vit søkja tann komandi”, sigur rithøvundurin til Hebrearabrævið (13,14).

Men hvussu kemur hin kristni pílagrímurin so á mál? Jú, tað ger hann/hon við at líta til upphavsmann og fullkomnara trúarinnar, nevniliga Jesus! (Hebr 12,2)

Á sjómáli verður orðið stavnhald brúkt um tað merkið uppi á landi, sum framstavnurin á einum báti miðjar eftir fyri at sigla rætta kós. Ein kemur bert fram til sítt ferðamál við at halda seg at stavnhaldinum.

Á okkara pílagrímsferð til Himmals er Jesus okkara einasta stavnhald!

Tað er einans við at líta á hann, at vit náa vegin fram til hina ævigu sæluna heima í himli.

Gripir í himli

Í fjallaprædikuni sigur Jesus: ”Savnið tykkum ikki gripir á foldum, har sum mølur og rustur eta, og har sum tjóvar bróta inn og stjala; men savnið tykkum gripir í himli, har sum hvørki mølur ella rustur etur, og har sum tjóvar ikki bróta inn og stjala. Tí at har sum gripur tín er, har man eisini hjarta títt vera” (Matt 6,19-21).

Hvat er okkara størsti longsul? Hvar samla vit okkara gripir? Sjálvt um vit elska allar tær tímiligu gávurnar, sum vit sleppa at njóta í hesum lívinum, so eiga okkara eygu tó altíð at síggja longur fram, har vit við trúarinnar eygum kunnu síggja staðin og felagskapin, sum bíðar eftir okkum.

Ein vónrík framtíð

Jesus er í holt við at byggja nakað heilt serligt til okkum, sum er óendaliga nógv vakrari enn nakað, sum vit nakratíð hava sæð her á fold. Kristnir pílagrímar hava altso eina sera vónríka framtíð.

Og okkara sermerki sum kristin eigur tí eisini at vera, at vit eru menniskju, sum líta at framtíðini í vón.

Vit eiga ikki at vera so bundin at okkara jarðisku og tímiligu ogn, at vit missa okkara himmalska heim úr eygsjón. Harafturímóti eiga vit at brúka hetta lívið sum eina ferð til Himmals, tí…

Ferðin endar ei her,

men til himmals tað ber,

til tað heimland, sum Jesus mær vann.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina