PODAS-toymi aftur til Íslands mitt í november

Fyri triðju ferð hevur lærusveinaskúlin PODAS Ekklesias mannað toymi at fara til Íslands. Hesaferð gongur leiðin til Reykjavíkar 16.-19. november, og á skránni er millum annað at vitja fongsul og at tala, syngja og vitna um Jesus á møti og undir gudstænastu. Við at toyminum hesaferð eru heili 15 fólk. Ísland liggur serliga á hjarta hjá Podas, og ætlanin er longu nú at fara aftur til Íslands næsta ár, um møguligt fleiri ferðir.

LES EISINI  Podas ríkar meg sum kristin og í lívinum sum heild
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina