Podas Ung í Missiónshúsinum á Strondum: Fingu sera nógv burturúr
Podas er ein lærusveinaskúli, har endamálið er at læra menniskju um Guds orð, um sannleikan, óansæð um tey eru kristin-trúgvandi ella ikki. Fyri Podas-Ung er endamálið fyrst og fremst, at tey ungu koma at kenna, hvør Jesus er, og at gerast Jesus lærusveinur, læra at ganga í hansara fótasporum og harvið koma at líkjast honum. Ein tilgongd, har trúgvin fær loyvi at verða brýnd, blomstra, broytast og styrkjast. Um eingin trúgv var áður, ja, so kann tað, sum undirvísingin sáar í teirra hjørtum, blíva til nakað, sum Gud fær loyvi at broyta.
Undirvísingin løgd til rættis fyri tey ungu
Hesaferð var undirvísingin løgd tilrættis serliga fyri tey ungu; tí eitur tað Podas Ung. Tað vóru fleiri ung, sum høvdu stórt ynski um at koma á Podas Ung, eini 30 játtaðu til eitt ungdómsmøti, at tey høvdu áhugað at koma, men tá vit so byrjaðu skeiðið, vóru vit 13 ungdómar og 3 leiðarar tilsamans, 14 strandingar og 2 skáladamur, sum nú hava samlast í tveir og ein hálvan mánað. Vit hava verið saman hvørt mikukvøld millum klokkan 18 og 20, og eisini hava vit verið saman tveir leygardagar í hesum tíðarskeiðnum, har vit hava fingið meira undirvísing. Aldursmunurin var nokk so stórur, frá 14 til 24 ár, men hettar riggaði avbera væl hóast alt.
Hetta er fyrstu ferð, at Podas er á Strondum, so vit vóru sera spent at royna hendan skúla. Evnini útfrá undirvísingini vóru grundleggjandi og ótrúliga umráðandi fyri tey ungu at hoyra um og læra av. Fyri at nevna nøkur av evnunum: Tey 10 boðini, dópur, faðirvár, altarborðið, kirkjan, lóg og evangeliið og frelsuvissa. Eisini vóru spurningar sum hví og hvussu settir til nógv av evnunum, eitt nú Hví doyði Jesus? Hví og hvussu skal eg lesa Bíbliuna? Hvussu kann eg fáa mest burturúr lívi mínum? og Hvussu kann eg trúgva? Undirvísingin var kryddað við sera góðum undirvísarum, serliga við lokalum kreftum av Strondum, men eisini undirvísarar frá hinum arminum á Skálafirðinum, Tórshavn, Fuglafirði og Klaksvík.
Sera góð og gevandi undirvísing
Tey ungu hava fingið tilfar til undirvísingina, sum tey sleppa at eiga fyri lívið. Tey hava fingið Nýggja Sáttmálan, bókina Livsvigtige spørgsmål, avrit av Dagførd Katekismus, ymiskt tilfar frá Henrik Højlund og eina dagbók at skriva bønir, tankar, upplivingar, lærusetningar, vers og mangt annað. Undirvísingartilfarið hevur verið heilt ótrúliga gott, lætt og spennandi at lesa fyri tey ungu, sum veruliga hevur sett teirra tankar í gongd viðvíkjandi lívsins spurningum.
Síðsta kvøldið fingu vit undirvísing frá Símuni P. Jacobsen um evnið: Hvussu kann eg trúgva? (myndin omanfyri) Síðani var fótatváttur, har leiðararnir vaskaðu næmingunum um føturnar. Fótatvátt nýtti Jesus eisini; hann vaskaði lærusveinum sínum um føturnar, og hann vísir eisini á, hví hann ger tað í Jóhannesi 13,14-16 (úr Nýggja Sáttmálanum): ”Tá ið nú eg, Harri og Rabbi tykkara, havi vaskað tykkum um føturnar, so skulu tit eisini vaska hvør øðrum um føturnar. Eg havi verið tykkum eitt fyridømi. Tit skulu gera tað sama, sum eg havi gjørt. Hoyrið meg: Ein trælur hevur ikki størri virði enn harri hansara, og eitt sendiboð hevur ikki størri virði enn tann, sum sendi tað.” Orðið Podas merkir ”føtur” á grikskum, tí vaska vit hvør øðrum um føturnar við at tæna hvør øðrum og læra hvør annan at ganga í Jesu fótasporum.
Síðani fingu næmingarnir diplom handað fyri at hava luttikið á hesum skúlanum. Vit endaðu kvøldið við at eta eina góða máltíð og hugna okkum saman.
Tørvur á slíkum tilboði
Sum ein av leiðarunum av Podas Ung skúlanum havi eg sjálv hildið, at undirvísingin og tilfarið hevur verið einastandandi gott og spennandi. Eg sjálv havi eisini fingið nógv gott burturúr, har ein fær hoyrt um góð grundleggjandi evnir, sum ein trýr uppá og livir eftir. Undirvísingin má fyrst og fremst læra tey ungu at kenna Jesus og síggja, hvat hann hevur ofrað fyri tey, við at doyggja fyri teirra syndir. Eisini læra tey ungu at síggja, hvat Guds orð sigur um øll lívsins viðurskiftir, so tey gerast klár at møta dagligdegnum við øllum teimum avbjóðingum, sum tey møta, teimum menniskjum, sum tey møta, ið kanska ikki vilja Gud, og tíðarrákið í dag, sum ikki altíð ger sum Guds orð sigur.
Eg havi saknað at kunnu samla ung, har ein fær loyvi til at hoyra, hvussu tey hava tað, hvørjir tankar tey ganga við og hvat tey læra frá undirvísingini. Ein fantastiskur møguleiki at koma tættari uppá hvør annan, og tættari uppá Jesus, saman.
Sum ein vísur maður segði við meg: At vera og at gerast Jesu lærusveinur er ein lívslong menning, tú verður ongantíð liðugur at læra at verða Jesu lærusveinur. Tað er so umráðandi, at vit lesa í Bíbliuni hvønn dag og biðja dagliga til Guds, fyri at koma at kenna sannleikan, fyri at vaksa í trúnni, fyri at vaksa í kærleika til onnur menniskju, við at tæna okkara næsta, síggja meining í okkara lívi, har Gud kann vera okkara vegvísari.
Hesi versini út frá Bíbliuni eru gullkorn fyri okkum, sum trúgva, og ein sera góður vegvísari í, hvat Gud vil ígjøgnum okkara lív. (lesið tey gjølla og seint)
Rómverjabrævið 12,1-2 (Nýggi Sáttmálin):
”Kæru systkin! Eg áminni tykkum um, at tit bjóða tykkum sjálv fram sum eina gávu, sum Gud gleðist um. Livið lívið, so tað er sum ein lívlong Gudstænasta. Tit skulu ikki laga tykkum eftir tíðarrákinum, men latið Guds Anda broyta hugsanir og vanar tykkara, so at tit kenna Guds vilja og gleða hann við tí góða og rætta.”
9.-21. vers (Nýggi Sáttmálin):
”Kærleiki tykkara skal vera reinur. Haldið tykkum burtur frá tí illa, haldið fast við tað góða. Elskið hvør annan, og kappist um at veita hvør øðrum virðing. Verið røsk og haldið tykkum ikki aftur, men tænið Gudi við brennandi áhuga. Verið glað, tí at tit hava eitt mál fyri framman. Verið tolin í neyð og áhaldandi í bøn. Hjálpið teimum kristnu, sum tørva hjálp, og sýnið teimum blíðskap. Vælsignið tey, sum søkja at tykkum, og biðið fyri teimum heldur enn at banna tey. Gleðist við teimum glaðu, og grátið við teimum grátandi! Far eins við øllum menniskjum, lágum eins og høgum. Havið ikki bara áhuga fyri teimum týdningarmiklu uppgávunum, men gerið eisini tær, sum ikki síggja út av nøkrum. Haldið ikki, at tit vita alt. Lønið ikki ilt við illum, men hugsið altíð um, hvat er gott fyri øll. Haldið frið við øll menniskju.
Kæru systkin! Hevnið tykkum ikki inn á nakran, men latið Gud um tað, tí at skrivað stendur:”Mær hoyrir hevndin til, eg skal endurgjalda.” Og eisini stendur:”Er fíggindi tín svangur, so gev honum mat, og er hann tystur, so gev honum at drekka, tí at við tað at tú gert hetta, skammast hann.” Slaka ikki fyri tí, sum ilt er, men stríð ímóti tí ónda við tí góða!”
Erla Rasmussen, 15 ár, Strendur:
Hví valdi tú at tekna teg til Podas Ung?
Eg hoyrdi Berg Debes Joensen lýsa við tí, og helt tað ljóðaði sera spennandi. Eg helt, at tað ljóðaði spennandi at gerast lærusveinur, tí lærusveinarnir hjá Jesusi kendu hann sera væl. Tað er gott at koma at kenna hann enn betur – og gera hann kendan!
Hvussu hevur verið at gingið til Podas Ung?
Tað hevur verið ordiliga gott, tí har hava verið nógv áhugaverd evni. Á Podas er góð tíð at fara í dýpdina við evnunum, og møguleiki er at seta spurningar.
Hvat er tað mest týdningarmesta, tú hevur lært?
Eg dugi ikki heilt at siga, hvat hevur verið týdningarmest, tí alt hevur verið sera áhugavert og av alstórum týdningi. Um eg skal taka eitt evni burturúr, so er tað evnið hjá Alfred Olsen um, hví og hvussu man skal lesa í Bíbliuni. Hann nevndi millum annað, at tað er eingin onnur bók enn Bíblian, sum man kann lata upp og lesa úr og so hóskar tað akkurát til ta støðuna, tú ert í.
Hvat hevur verið mest spennandi?
Tað var “Hvussu kann eg fáa mest burturúr lívi mínum”, sum Mariann D. Poulsen hevði. Har fingu vit fyrst eina uppgávu frá henni, har vit skuldu skriva, hvussu vit hildu okkum fáa mest burturúr lívinum. Aftaná hetta hevði hon so sína talu, og aftaná taluna skuldu vit svara somu spurningum, og vita, um teir vóru broyttir. Hetta gav mær veruliga nakað at hugsa um.
Er tørvur á slíkum skúla ímillum ung í Føroyum?
Ja. Hetta gevur okkum ungu møguleika at læra meira og koma nærri Gudi. Hetta gevur eisini ein góðan felagsskap.
Hevði tú viðmælt øðrum ungum at fara á slíkan skúla, um møguleiki var fyri tí?
Ja, avgjørt!
Rebekka Erla Zachariassen, 22 ár, Strendur:
Hví valdi tú at tekna teg til Podas Ung?
Eg havi í eina tíð saknað eitt tætt samband við Gud, og tá eg til eitt ungdómsmøti hoyrdi lýsingina um Podas Ung, visti eg, at hetta var akkurát tað, ið eg hevði brúk fyri.
Hvussu hevur verið at gingið til Podas Ung?
Tað hevur verið sera spennandi, mennandi og heilt ótrúliga læruríkt. Deiligt og gevandi at møtast saman við øðrum um tað besta, vit eiga.
Hvat er tað mest týdningarmesta, tú hevur lært?
Tað er at liva tætt saman við Jesusi við at lesa og biðja. Eisini hvussu trúgv og tænasta/gerningar ganga hond í hond, at liva fyri okkara næsta.
Hvat hevur verið mest spennandi?
Eg havi bara gott at bera PODAS ung, men um eg skal velja okkurt burturúr, haldi eg evnir sum: Hví og hvussu skal eg lesa í bíbliuni, hví og hvussu skal eg siga øðrum um Jesus, og hvussu kann eg fáa mest burturúr lívi mínum. Sera áhugavert og viðkomandi.
Er tørvur á slíkum skúla ímillum ung í Føroyum?
Heilt sikkurt, øll hava gott av at fara til tílíkt. Tað er rannsakandi, og so lærir man so ómetaliga nógv, saman við sínum góðu vinum.
Hevði tú viðmælt øðrum ungum at fara á slíkan skúla, um møguleiki var fyri tí?
Heilt sikkurt! Eg eri so glað, at eg tók av møguleikanum og vil sterkt viðmæla øllum ungum eisini at fara til PODAS.