Heimamissiónin heiðrar Berg D. Joensen fyri sítt stóra arbeiði fyri kirkju og missión

Símun P. Jacobsen, formaður í Kirkjuligu Heimamissiónini, talaði á ungdómsløtuni á stórmøtinum í høllini á Hálsi í Havn í kvøld. Í talu síni nam hann millum annað við hetta at bjóða seg fram til at vera virkin í tí, sum er gott og uppbyggjandi og tænir øðrum, og samstundis seta sítt egna til síðis.

Eftir taluna bað Símun Berg Debes Joensen, sóknarprest, koma upp á pallin, har hann takkaði Bergi fyri hansara stóra og ótroyttandi ídni heilt frá blaðungum árum til frama fyri kirkju og missión. Bergur hevur verið virkin og givið sítt heilt stóra íkast í sera nógvum ymiskum andligum arbeiði, og soleiðis er tað enn.

Síðani handaði Símun Bergi ein vakran málning, meðan lógvabrestirnir rungaðu í høllini frá stóru ungdómsfjøldini – tí tey ungu kenna eisini Berg. Málningin hevur Hilmar J. Højgaard málað og hann avmyndar – ikki so lítið sigandi – fótatváttin í Jóhannes evangeliinum 13. kapittli. Júst fótatvátturin er ímyndin av lærusveinaskúlanum Podas, sum Bergur hevur stovnað og leiðir. Podas merkir júst føtur.

LES EISINI  Ræður um at hava fokus á rætta stað
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina