Reis tey upp, Harri!

Tú ert góður, og tú ert máttmikil, og tú ert náðigur. Og tú ansar eftir mær ferð eftir ferð, hóast eg als ikki havi uppiborið tað. Prísa veri tær, Jesus! Tú ert Harri.

Leið meg til tann, ið tørvar hjálp.

Reis tú fleiri, ið vilja ákalla títt navn

Reis upp tey, sum elska teg og søkja teg og líta á teg.

Reis tey upp, Harri

Reis tey upp!

Harri, okkum tørar eitt ættarlið av kristnum trúgvandi, sum ikki skammast við gleðiboðskapin.

Okkum tørvar ein herð av trúgvandi kristnum Harri, sum hata at vera flógv og vilja halda fast við títt orð fram um alt annað.

Reis tey upp, Harri

Reis tey upp!

Eg biði um einleika ímillum tey, ið elska teg.

Eg biði um, at tú mást opna teirra eygu, at tey mega síggja tín sannleika, Harri.

Eg biði um vernd og vegleiðing.

Reis upp eitt ættarlið, Harri, sum vil lýsa títt ljós í heimin, sum vil semjast, tá hart stendur á, sum ikki krýpur saman, Harri, tá alt annað fellur burtur.

LES EISINI  Arbeiða dag og nátt

Reis tey upp, Harri, so at tey rópa út og boða um, at tað er bjarging at fáa í navni Jesusar Kristus!

Reis upp stríðsmenn, Harri, sum vilja stríða á knøum teirra, sum vilja tilbiðja teg av øllum hjarta, Harri.

Harri, kalla okkum til stríð, at vit mega vísa, at tú ert Kongur konganna og Harri harranna.

Eg biði hetta av øllum mínum hjarta.

Reis tey upp, Harri!

Reis tey upp!

Bønin hjá Miss Clara, leysliga umsett úr filminum “War Room”. 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina