Sendið bønarevnir til Ólav

– Fleiri hava sms’a inn við bønarevnum. Tað eru nógv ymisk evnir, sum koma inn; Onkur hevur fleiri evnir og onkur hevur bert eitt evni. Einki er ov stórt hjá Gudi og einki er ov lítið heldur. Tað er einki mark fyri, hvussu nógv bønarevnir koma inn, sigur Ólavur Jacobsen, Trúboðari, sum fyri hálvaaðru viku síðani greiddi frá, at hann fór at biðja fyri øllum, ið ynsktu forbøn.

– Hvørji hesi eru, sum senda inn, veit eg ikki. Eg kanni ikki heldur, hvørji tey eru, fortelur Ólavur og leggur afturat, at Gud kennir og veit.

Tað, sum Gud hevur lagt Ólavi á hjarta, er at verða við til at biðja saman við teimum, sum vilja leggja eitt og hvat fram fyri Gud.

Klokkan 20:00 leggur Ólavur so eitt og eitt bønarevni fram í bøn í sínum bønarrúmi. Har er hann so á knæ saman við Jesusi, við afturlatnari hurð.

– Hetta tíðspunkt havi eg valt av praktiskum ávum. Ikki tí, eg havi eisini bønir gjøgnum dagin og fast tíðspunkt um morgunin. Hettar passar mær væl, og so samli eg allar bønirnar frá tí síðsta døgninum, sum eru komnar inn saman. Um onkur vil, so veit viðkomandi, hvat tíðspunkt tey kunnu verða við í bønini í andanum, sigur Ólavur.

LES EISINI  Hvørki einsamallur ella arbeiðsleysur

Sendast kann við sms á telefon 582175 ella við messenger privat.

 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina