God in the Valley

Veðrið var av tí fagrasta, og væl av fólki var komið saman í Kelduni í Skálafirði hetta hóskvøldið í apríl. Høvið var konsert við amerikonsku songkvinnuni Lyndu Randle.

Bíðitíðin hevði verið long, spenningurin var stórur og lagið var gott, tá ið Jørgen Andreasen, høvuðsfyriskipari hjá Kristfest, tók orðið. Hann greiddi frá, at eftir at hava arbeitt við hesum í trý ár og møtt nógvum ymiskum avbjóðingum og forðinum, m.a. korona, so var tað ótrúliga gott endiliga at kunna bjóða Lyndu Randle vælkomnari á pallin.

Áhoyrarafjøldin, sum rúgvaði væl upp í Kelduni, tók ímóti við rungandi lógvabrestum. Lynda var høvuðsnavnið á pallinum, men har vóru nógv onnur dugnalig fólk, sum stuðlaðu henni í at vísa sínar dygdir.

Orkestrið var mannað av Ingmari Berg Mikkelsen á tangentum, Paula Reinert Poulsen á guittar, Svend Åge Drewsen bass og Henning Hjalt Nicodemussen á trummum. Hetta eru dugnaligir tónleikarar, og spældu teir sera væl.

Kórið Brak var eisini við til at lyfta sangin hjá Lyndu. Hetta er fyrstuferð eg hoyri kórið, og var tað ein sera góð uppliving.

LES EISINI  Bókahyllin

Aftur til høvuðsnavnið.

Lynda Randle er kend songkvinna úr Washington D.C., men býr saman við familju sínari í Kansas, har maðurin er prestur í eini kirkju.

Lynda var sera væl uppløgd hetta kvøldið og hevði nógv uppá hjarta. Hon legði fyri við at syngja “Walk with me Lord” og áhoyrararnir klappaðu í takt. Allir sangtekstirnir vórðu vístir uppá veggin, soleiðis at áhoyrararnir kundu syngja við.

Ljóðið var sera gott í Kelduni, men tað sum stóð klárast í ljóðmyndini var boðskapurin hjá Lyndu. Lynda hevur eina rødd í heimsflokki og hon sang av hjarta. Inn ímillum sangirnar hevði hon smáar frásagnir og vitnisburðar, sum undirbygdu tað, sum hon syngur um.

Eftir nakrar sangir bað Lynda dóttrini, Joy, koma upp á pallin. Fyrst sungu tær sangirnar “Pass me not” og “I need thee” saman. Joy hevur eina yndisliga rødd og vísti hon hetta, tá ið hon einsamøll sang “Goodness of God”, sum á føroyskum eitur “Góðska Guds”.

LES EISINI  Ummæli: The Chosen

Stóran part av konsertini livdu áhoyrararnir væl við í kosertini, har tey ruggaðu og klapppaðu í tankt.

Lynda sang fleiri sangir og kryddaði við frásagnum. Beint áðrenn steðgin vóru tvær frumframførslur – “Healing in Our Land” og “Free to Love”. Um fyrra sangin segði Lynda, at hesin ikki er í sama stíli sum sangirnir, hon vanliga syngur. Hon segði, at hon “sníkti” seg at syngja hann, eftirsum at føroyingar hava so breiðan musiksmag.

Síðani var ein steðgur.

Veðrið var av tí fagrasta, so stórur partur av áhoyrarunum nýtti høvið at fara út um og fáa sær fríska luft, har prátið gekk lystiliga.

Eftir steðgin sang Lynda nakrar sangir afturat, m.a. tveir jólasangir. Hon greiddi frá, at upprunaliga var ætlanin, at hon skuldi koma til Føroya at hava eina jólakonsert, men at korona hevði forðað fyri hesum. Seinni sangurin var “Go Tell it on the Mountain” og tá reistu áhoyrararnir seg og sungu og klappaðu við. Kórið Brak foldaði seg veruliga út til hendan sangin.

LES EISINI  Nýggj single frá føroyskum tónleikara

Síðani nærkaðist konsertin endanum, men Lynda vildi so fegin halda fram at syngja, tí hon segði, at hon hevði notið at vera aftur í Føroyum. Hon segði, at hon ætlaði ikki at syngja næsta sangin, men ynskti at gera tað kortini, tí boðskapurin í sanginum var henni so kærur. Síðani sang hon “It is Well”, sum eisini er umsettur til føroysk og kallast “Um friður sum flóðin”.

Eftir at áhoyrarafjøldin hevði klappað Lyndu upp aftur á pallin sang hon sangin “One day Jesus”, sum er ein Himmalsangur.

Jørgen Andreasen kom aftur upp á pallin og takkaði øllum teimum mongu, sum høvdu gjørt tiltakið gjørligt og fyri eitt gott kvøld.

Eftir konsertina gav Lynda sær góða tíð at heilsa uppá fólk og skriva autografar.

Samanumtikð var konsertin sera væl eydnað og kvøldið framúr.

Í bilinum á veg heimaftur hugsaði eg, at boðskapurin hjá Lyndu var sera greiður. Við síni rødd hevði hon av hjarta sungið og vitnað um, at Gud er hin sami á tindi, í dali.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina