Soleiðis kanst tú hava gudstænastu heima:

Okkum tørvar at vera saman við Gudi, eisini nú gudstænasturnar eru avlýstar, og kirkjurnar eru stongdar. Nú vit eru í føstuni og páskahátíðin nærkast, kunnu vit hugsa um lærusveinarnar og tað, teir gjørdu á páskum. Alt tað teir kendu til, var brádliga tikið frá teimum. Tann tætta samveran við Jesus var burtur. Øll tey, ið høvdu hátíðarhildið saman við teimum, at Jesus kom til Jerusalem pálmasunnudag, vóru horvin. Veistlan var avlýst. Lærusveinarnir høvdu einans ritualini eftir – so teir hildu hvíludagin, sum teir vóru vanir. Harumframt fyrireikaðu kvinnurnar seg at fara út til grøvina dagin eftir at salva tann deyða.

Tað er týdningarmikið, at vit læra av teimum og brúka hesa tíðina til at halda fast við ritualini og fyrireika okkum til tíðina, ið kemur, tá bíðitíðin er liðug.

Tí hava vit á Trúboðin.fo tosað við Ova Brim, sóknarprest á Nesi, um hvussu familjan kann hava lestur heima við hús, nú myndugleikarnir heita á fólk, um ikki at vera ov nógv fólk saman.

–          At lesa lestur heima við hús er gamalt føroyskt. Vit yngru eru ikki so von við hetta, men tosar tú við eldri fólk, so eru fleiri teirra uppvaksin við hesi vøkru og góðu siðvenju. Rættiliga ofta hoyrast, at tey siga, at annaðhvørt vóru tey í kirkju ella varð lestur lisin heima sunnudagar.

LES EISINI  Tann størsta uppdagingin

Spurdur um hví henda siðvenja er burturblivin, vísir Ovi á, at helst er tað eisini ein avleiðing av teimum góðu møguleikum, ið vit hava at fylgja við gudstænastum, bæði í sjónvarpi og útvarpi. ”Kringvarpið, veit eg, fer eisini í hesum døgum at senda gudstænastur, tí at tey hava tikið upp í nógv ár. Tað er at glaðast um.”

Skuldi onkur havt hug at roynt heimalestur, so vísir Ovi á, at tað er týdningarmikið, at halda tað einfalt. Og eru børn við í løtuni, er umráðandi, at okkurt er til tey eisini. Niðanfyri sæst uppskot frá Ova. Hann sigur, at bønirnar eru eisini at finna í Gudstænastubókini, sum Føroyskt kirkjumál gav út fyri stuttari tíð síðani.

  1. Syngið ein sálm saman. Helst ein av teimum meira kendu.
    Her er leinkja til góðan sálmasang í kringvarpssavninum
    Og her finnur tú sálmabókina á netinum
  2. Bøn verður hildin, har løtan verður løgd í Guds hendur. Henda bøn, kann t.d. verða biðin:
    Harra, vár Guð, himmalski faðir, vit takka tær, fyri at tú ert hjá okkum bæði tá ið vit eru glað, og tá ið vit eru hørm, bæði tá ið tað gongst okkum væl, og tá ið tað gongst okkum illa. Vit takka tær, fyri at tú ert góður við okkum og ikki vendir tær frá okkum, tá ið vit gera nakað skeivt, men vilt hjálpa og fyrigeva okkum. Vit takka tær, fyri at vit kunnu koma til tín við øllum, sum vit ganga og hugsa um. Tí biðja vit teg, hjálp okkum at halda okkum nær at tær og at gera tín vilja, so at vit kunnu vera góð hvør annan og alt tað, sum tú hevur skapað. Tað biðja vit um í Jesu navni, hann, sum við tær livir og ræður í einleika heilaga andans, ein sannur Guð um aldur og ævir allar!
  3. Lesið evangeliið til dagin. Tekstirnir eru at finna í stóru sálmabókini. Men eisini her
  4. Lesið síðani ein lestur til dagin.
  5. Bøn við tøkk verður hildin.
    T.d. kann verða biðið:
    Guð og faðir okkara, tú, sum kennir og elskar okkum, vit biðja fyri kirkju tíni her hjá okkum og um allan heimin. Vælsigna tey, sum hava eina serliga tænastu í kirkjuni.Vit biðja fyri øllum menniskjum, fyri teimum, sum vit eru góð við, heimum okkara, foreldrum, systkjum, vinfólki og teimum, sum vit ikki kenna.Vit biðja fyri øllum børnum, hvar tey enn eru, heima ella úti. Lat tín verndareingil vera hjá     teimum.Vit biðja fyri teimum sjúku, teimum, sum syrgja og eru kedd, her hjá okkum og allar staðir. Troysta tey, sum gráta.Vit biðja fyri teimum, sum kenna seg einsamøll, sum verða argað og happað, teimum, sum verða  forfylgd og eru bangin.Vit biðja fyri teimum fátæku og øllum, sum líða neyð. Lat øll, bæði smá og stór, fáa mat og klæði og eitt stað at búgva.Varðveit land okkara og øll lond. Ver hjá teimum, sum stýra og ráða. Hjálp teimum at gera eftir vilja tínum, so at menniskju og dýr, jørð og plantur kunnu hava tað gott.Góði Guð, hjálp eisini okkum at tæna tær, at gera væl ímóti hvør øðrum og at fara væl um jørðina, plantur og dýr.

    Tú, sum lovaði at vera hjá okkum, tá vit vórðu doypt. Vit biðja teg, hjálp okkum at lurta eftir tí, sum tú hevur at siga okkum, og at vera tær lýðin. Lat einki skilja okkum frá tær, men halt í hond okkara og leið okkum fram gjøgnum lívið. Og tá vit einaferð ikki skulu vera á jørðini meir, lýs tá fyri okkum og leið okkum heim til tín, har tað er vakurt og gott at vera.

    Takk fyri, at tú í dag hevur talað til okkara við tínum orðið!

    Hoyr okkum í Jesu navni! Amen.

  6. Biðið Faðirvár saman
  7. Risti krossmerkið fyri andlit tykkara og sigi: Í navni faðirsins og sonarins og heilaga andans.
  8. Sálmur sungin.

Rit til at printa:

LES EISINI  Hvar skal eg byrja at lesa?
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina