Rokan í fjøruni í Nesvík – vígsla í morgin!

Sera nógv fólk hevur verið í sving í Leguhúsinum í Nesvík seinastu vikurnar og dagarnar og kvøldini, og soleiðis er eisini í dag! Bæði handverkarar og onnur verkafólk, sum orðna teir síðstu snøklarnar í høllini og felagsøkinum, eins og starvsfólk og fleiri onnur sjálvboðin, ið gera klárt til vígsluna í morgin. Vit fingu tó orð á aðalskrivaran, Andrias Magnussen, um, hvat hendir í vikuskiftinum.

Øll eru hjartaliga vælkomin til vígsluna í morgin! 🙂

Vígsludagurin byrjar klokkan 16 í morgin (leygardagin). Tá er ein góður drekkamuður á skránni. Klokkan 17 verður so sjálv vígslan. Tað er Símun P. Jacobsen, formaður í Kirkjuligu Heimamissiónini, sum stendur fyri vígsluni.

Eftir vígsluna – umleið klokkan 18.30 – verða øll boðin til nátturða. Klokkan 20 verður ein sangløta í nýggju høllini, har Magni Christiansen og VSJ luttaka.

Seinastu dagarnar er økið rundanum byggiplássið slættað, so pláss er fyri so nógvum bilum sum gjørligt. Tó hevði tað verið skilagott, um fólk koyra saman, so øll fáa sett bilin væl frá sær.

LES EISINI  Gluggin við Jógvani Friðriksson (2/4)

Øll eru hjartaliga vælkomin til vígsludagin!

Aftur stórur dagur sunnudagin

Sunnudagin klokkan 14 verður væntandi aftur fult hús í Nesvík, tí fyrsta stóra tiltakið í nýggju høllini eftir vígsluna verður ein stórur felags sunnudagsskúli fyri alt landið.

Ikki minni enn tveir gestir koma frá altjóða sjónvarpsstøðini Sat-7, sum føroysk sunnudagsskúlabørn stuðla: Rita Elmounayer, nýggi stjórin fyri alt Sat-7, eins og Kurt Johansen, aðalskrivari fyri Europa og Asia. Tey greiða børnumog vaksnum frá spennandi arbeiðnum hjá Sat-7. Tulkað verður sjálvandi til føroyskt.

Eisini verður rungandi barnasangur. Eitt felags barnakór úr Sørvági, av Toftum og Strondum syngur ein turkiskan barnasang, og stóra felagskórið frá barnasangfagnaðinum seinasta heyst syngur eisini. Børnini fáa ballónir og okkurt leskiligt, umframt ymiskt annað spennandi.

Eisini sunnudagin eru øll børn og foreldur og øll onnur áhugað hjartaliga vælkomin!

 

 

 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina