– Rørslan vil hava trúboðarar og hevur brúk fyri trúboðarum

Nú Heimamissiónin næstu mánaðirnar setur heilar tríggjar nýggjar persónar í trúboðarastarv, hava vit spurt Andrias Magnussen, aðalskrivara, um hetta satsið: Hví verða tríggir settir í senn, hví júst nú og hvussu verður tað fíggjað?

Sum nevnt um vikuskiftið, boðaði leiðslan fyri Kirkjuligu Heimamissiónina undir stórmøtunum í Havn frá, at tríggir persónar verða settir sum trúboðarar næstu mánaðirnar. Talan er um at fullføra eitt ættarliðsskifti, tí eingin trúboðari er settur, síðani Niels Jacob Nielsen fór frá fyri aldur í 2008, og Regin Høgnesen og Gullak Hansen andaðust í 2017 og 2018.

Seinastu árini hava Pól Johannessen í Klaksvík og Jógvan Højgaard á Tvøroyri tí verið einsamallir eftir sum “vanligir” trúboðarar – Jógvan í hálvum starvi. Afturat teimum er Torleif Johannesen sjómanstrúboðari burturav. Men um ársskiftið byrja Carsten Fonsdal Mikkelsen á Skála í fulltíðarstarvi og Ólavur Jacobsen í Hósvík í hálvum starvi, og nakrar mánaðir seinni – hálvan mai – byrjar Jørgen F. Andreasen í Leirvík í hálvtíðarstarvi.

Trúboðarar eru ein grundleggjandi partur av arbeiðnum

Hví setur Heimamissiónin fleiri trúboðarar?

– Kirkjuliga Heimamissiónin hevur søguliga sæð altíð havt trúboðarar í starvi, og at byrja við vóru bara trúboðarar. Ikki fyrrenn í 1990, tá Heimamissiónin gjørdist føroysk burturav, vórðu fleiri onnur sløg av starvsfólkum sett, og seinastu árini er talið av trúboðarum enntá minkað.

Tað er sum so ikki eitt endamál í sjálvum sær at hava trúboðarar í starvi, men tað skerst ikki burtur, at teir røkja eina kjarnutænastu í Heimamissiónini.

Tí júst boðanin av gleðiboðskapinum um Jesus er høvuðsendamálið við virkseminum hjá rørsluni, greiðir Andrias Magnussen frá.

LES EISINI  Broytingar í starvsfólkahópinum

Aðalskrivarin leggur afturat, at trúboðararnir eisini hava ein annan týdningarmiklan leiklut, sum er at vera bindilið millum staðbundnu arbeiðini um landið, har trúboðararnir hava sítt dagliga virksemi, og so landsarbeiðið ella felagsarbeiðið.

Rørslan vil hava trúboðarar

Men tað eru eisini aðrar grundir til at seta fleiri trúboðarar, sigur Andrias:

– Pól og Jógvan gera eitt stórt og týðandi arbeiði, men tað er eingin loyna, at teir viðhvørt hava kent seg fámentar. Ikki minni hava fólk í rørsluni eisini javnan spurt leiðsluna, nær fleiri trúboðarar verða settir. Trúboðararnir eru profilar í rørsluni, og fólk sakna teir gomlu trúboðararnar. Rørslan vil hava trúboðarar, og hesum svara vit nú við hesum nýggju persónunum, greiðir Andrias frá.

Men hví heilar tríggjar í senn og hví júst nú?

– Tað byrjaði eitt ættarliðsskifti fyri umleið tíggju árum síðani, men tað verður nústaðni fullført við hesum starvsetanunum. Leiðslan hevur fleiri ferðir meldað út, at hon arbeiðir við at seta fleiri trúboðarar, eisini væl áðrenn mína tíð, men tað hevur drigið út av ymsum grundum. At tríggir persónar nú verða settir, næstan í senn, er meira ella minni av tilvild. Tað er ein nokk so drúgv tilgongd at seta trúboðara, drúgvari enn aðrar starvsetanir, og nú høvdu vit nakrar viðkomandi kandidátar, har tilgongdin bar á mál, greiðir Andrias frá.

Spurdur, um útbyggingin av Leguhúsinum í Nesvík hevur seinkað tilgongdini, svarar Andrias, at tað hevur hon kanska í ávísan mun.

LES EISINI  Samandráttur frá høvuðsstýrisfundi 8. mars

– Sum øll vita, hevur størsta fokusið hjá leiðslu og fyrisiting seinastu árini verið á útbyggingina, sum er eitt risastórt tak, bæði við arbeiðsorku og fíggjarorku, so tað er væl hugsandi, at tað hevur gjørt sítt, sigur Andrias.

Hann leggur afturat, at útbyggingin er als ikki útgoldin enn, og lánið skal sjálvandi gjaldast aftur – jú fyrr jú betri. Tað bindur tí eisini pengar væl fram í tíðina, men tað liggur í fíggjarliga forsvarligum rammum, og tí vildi leiðslan nú fegin seta ferð aftur á at seta nýggjar trúboðarar, sigur Andrias.

Fíggingin er eitt støðugt arbeiði

Tað ljóðar sum ein stórur biti at seta trý nýggj fólk í starv, og fíggjarliga er tað eisini eitt fet í trúgv, sambært Andrias.

– Øll fíggingin er ikki komin uppá pláss enn, men persónar arbeiða miðvíst við henni. Jørgen F. Andreasen hevur bjóðað seg fram til eitt ólønt hálvtíðarstarv, og Ørkin í Reykjavík rindar helvtina av lønini hjá Ólavi Jacobsen. Tí skal Heimamissiónin tilsamans fíggja hálvanannan trúboðara.

Sum nevnt hevur rørslan leingi spurt eftir fleiri trúboðarum, og fleiri hava eisini sagt, at pengarnir koma, tá persónarnir verða settir.

Tí er tíðin nú hjá tí samlaðu rørsluni at spenna seg út og vera við til dekka tær nýggju útreiðslurnar, sigur Andrias. Hann leggur afturat, at tey øki, ið ætlast at fáa serliga gleði av nýggju fólkunum, verða spurd um at bera sín part.

Carsten Fonsdal Mikkelsen, Ólavur Jacobsen og Jørgen F. Andreasen, nýggir trúboðarar

Fjølbroyttir førleikar koma afturat

Hvat skulu teir tríggir nýggju trúboðararnir gera?

– Í stuttum skal Carsten brúka helvtina av tíð síni til “vanligt” trúboðaraarbeiði, so sum møtir og aðra boðan, eins og at ráðgeva, stuðla og eggja staðbundnum arbeiðum og leiðslum teirra eftir tørvi. Hina helvtina av tíðini skal hann brúka til henda netmiðilin, trubodin.fo. Carsten hevur royndir og tøkniligar førleikar bæði til myndir, ljóð og video, eins og hann er vanur at skriva greinar, so nú verða tveir persónar at sparra saman um Trúboðan, greiðir aðalskrivarin frá.

LES EISINI  Sunnudagin gongur talvan fyri arbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini

– Ólavur heldur fram sum trúboðari út frá Ørkini í Reykjavík hálva tíð, og har fer hann at gera tað sama sum nú. Hina helvtina skal hann serliga brúka til trúboðaravirksemi í Norðstreymoy. Tað verður nærri avtala við Ørkina og Ólav, nær hann er í Íslandi og nær hann er heima, so sum tørvurin er, sigur Andrias.

– Jørgen skal yvirtaka ábyrgdina at skipa arbeiðið við Sunnudagsblaðnum, har nakrar sjálvbodnar eldsálir í stóran mun levera tilfar til blaðið og vónandi framvegis koma at gera tað. Harnæst skal hann skipa fyri møtirøðum runt landið, uttan at nakað ávíst øki er útvalt til at fáa vitjan. Hetta verður gjørt í samráði við tey staðbundnu arbeiðini í viðkomandi øki, og ætlanin er, at hann fær nøkur sjálvboðin toymi við sær á ferð. Jørgen siglir úti, og ólønta hálvtíðarstarv sítt sum trúboðari røkir hann, tá hann er heima millum túrar, greiðir Andrias at enda frá.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina