Samrøða við tríggjar menn frá Vigeland
Í samband við at Johnn Hardang var og vitjaði í Føroyum í apríl var samstarv millum Trúboðan og Bedehuskanalen avtalað.
Hetta er fyrsta upptøkan vit leggja út í hesum sambandi. Nils Kåre Strøm frá Bedehuskanalen hevur samrøðu við Jan Tore Tellefsen, Arthur Robertsen og Geir Norum. Samrøðan snýr seg um møtini í Vigeland.
Samrøðan er á norskum. Vit høvdu ynskt at teksta upptøkuna til føroyskt, men tað ber ikki til, í løtuni. Um tú hevur hug, og metir teg føran fyri hesum, ert tú vælkomin at skriva til okkum á trubodin@mission.fo.
Um tú ynskur at stuðla arbeiðinum hjá Bedehuskanalen, kanst tú flyta pening á kontu 9865-102.505.2 í Norðoya Sparikassa.