SANGFAGNAÐUR 2022  

Tilmeldingin til sangfagnaðin  2022 letur upp týsdagin 6. sep. Kl. 18.00  

“Aftur í ár gleðir tað okkum at kunna bjóða øllum sangglaðum børnum á sangfagnað” sigur Jóhan Hansen, ráðgevi innan barna og familjuøkið. “Fyrireikingarnar eru byrjaðar, og eru nógv góð fólk í gongd við ymiskum fyrireikingum, soleiðis at vit aftur í ár kunnu vænta okkum  ein fantastiskan sangfagna.” 

Sangfagnaðurin er ein serlig lega, sum er fylt við sangi og tónleiki, og sum endar við at børnini hava  tvær stórar konsertir í høllini í Nesvík. Umframt sangvenjingar við dugnaligum kórleiðarum, eru eisini aktivitetir og undirhald á skránni, sum vit kenna tað frá flestu legum.   

Tað er hvørt ár eitt evni fyri sangfagnaðin. Í ár er tað “ljós” og kemur hetta at endurspeglast í sangunum og leguni annars. 

Sangfagnaðurin verður hildin seinna vikuskifti í heystfrítíðini, 14.-16. okt.  

Í 2021 gekk ein tími og 23 minuttir til sangfagnaðurin var fullteknaður, so um tit vilja vera vís í at fáa pláss, ræður um at sita klár/ur kl. 18 týsdagin 6. sep.   

LES EISINI  Brellbiti frá Sangfagnaðinum - nøkur atgongumerki eftir til fyrru konsertina í morgin

Tekning fer fram á mission.fo/tilmelding.  

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina