Sangir frá Sangfagnaðinum 2019

Sangfagnaðurin ið eftir ætlan skuldu vera í heystfrítíðini, 16.-18. Oktober, varð fyri stuttum avlýstur vegna Covid-19. Sangfagnaðurin hevur verið fullteknaður øll árini og enntá við langum bíðilista síðan vit byrjaðu í  í 2015. Tað er so sera harmiligt bæði fyri børnini og øll sum eru við til at leggja orku og hjarta í hetta megnar tiltak á ymiskar mátar. Men koma sterkt aftur komandi ár og fara at hátíðarhalda 5 ára føðingardagin hjá Sangfagnaðinum og gera eykað burturúr.

Sangfagnaðurin er eitt heilt serligt tiltak, sum øll elska at vera við til. Tað er so rørandi at hoyra børnini syngja til konsertirnar. Tey strála og megna við teirra røddum og kroppi at bera boðskapin um Jesus út til okkum. Í fjør høvdu vit konsertirnar í høllini í Nesvík fyri fyrstu ferð. Tvær útseldar konsertir við gott og val 600 áhoyrarum tilsamans. Nógv verður gjørt burturúr og børnini strála av gleði og syngja sangirnar aftur og aftur, tá tey fara út aftur í skúla og kunnu á tann hátt vitna um Jesus til teirra vinir. Sangfagnaðurin stimbrar um barnakórini í landinum og ikki minst teir fantastiska góðu kórleiðarirnir, sum enntá eru við til at smíða nýggj løg og vaksa um sangskattin um Jesus.

Tær næstu vikurnar fara framførslurnar at verða lagdar út á trúboðan, umframt youtube og á Facabook síðuna hjá SIMBA – børn og juniorar.

Sangirnir sum eru lagdir út í dag eru:

Jesus vísir vegin (felagskórið)

Eg kann brúka teg (barnakórið)

Her og nú, júst í dag (juniorkórið)