Sannleikar um Heilaga Andan

Uttan Heilaga Anda

Tað ber til at trúgva, at Gud er til og biðja og ikki hava Heilaga Andan. Tað ber til at hava hoyrt um Jesus, hava hoyrt nógv um hann og ikki hava Heilagan Andan. Og tað ber til at hava hoyrt nógv um Heilaga Andan og Andans gávur og ikki sjálv/ur hava fingið Heilaga Andan.

Umvending

Men eitt er, sum ikki ber til uttan Heilaga Andan – og hendir hetta einum, so er tað Heilagi Andin tú upplivir. Tá tú Kennir, at tað ónda ikki bert er í heiminum, men eisini innan í tær og tú biðjur: Jesus, fyrigev mær! Tá er tað Heilagi Andin, sum biður saman við tær. Og tá tú fatar, at Jesus ikki bara doyði einaferð, men at hann doyði fyri tína skuld og vann á tínum deyða – tá er tað Heilagi Andin, sum virkar í tær. Tí at tað fatar tú ikki uttan Heilaga Andan og kanst ikki trúgva tí uttan hann. Tað er, soleiðis sum skrivað stendur: «Tað, sum eyga ikki sá, og oyra ikki hoyrdi, og ikki kom upp í mannahjarta, Gud hevur opinberað okkum tað við Andanum. Andan hava vit fingið frá Gudi, at vit skulu vita, hvat Gud í náði hevur givið okkum. (1. Kor, 2, 9-10 oh 12)

LES EISINI  Guds eldur

Samskifti við Gud

Um tú upplivir eitt samskifti við Jesus og Gud faðir – tað vil siga, um tú upplivir, at tú biður til hann, og hann svarar tær gjøgnum sítt orð, so er tað eisini Guds Heilagi Andi, tú fæst við. Bønin og Guds orð er ”miðilin”, sum Heilagi Andin nýtir til at samskifta við teg og Gud. Á tann hátt letur Andin upp, so tú kanst koma til Gud við øllum, sum tú stríðist við ella gleðist um – Trupulleikum, hjartasorgum, syndir – alt møguligt – og Gud kann tosa við teg, so at tú lurtar, hugsar og trýr upp á Gud. Og tá tú ikki sjálv/ur veist, hvat er best, so biður Andin fyri tær (Róm 8,26).

Kærleikans útgerð og styrki

Á tann hátt arbeiðir Andin eisini í tínum lívi. Andin stríðist ímóti øllum, ið er skeivt og leiðir teg á rættan veg, so tú vísir kærleika móti øðrum menniskjum. (Gal 5,22) Andin gevur tær eisini útgerð til alt, ið Gud vil brúka teg til. Tað kallast náðigávur. Einki hendir av tí, sum tú sjálv/ur finnur upp á at biðja, men hvat Heilagi Andin vil við tær (1. Kor 12,11).

LES EISINI  Hvítusunna: Andakt til tey gomlu

Guds nærvera

Alt hetta ger Andin ikki við eini fjarstýring úr himlinum. Nei, Andin býr í tær (1. Kor 6,19), og saman við Andanum búgva eisini Jesus og Faðirin í tær. Fyristillar tær – tann almáttugi, ævigi Gud býr í tær, lítla menniskja! Hann er í tær, tosar við teg, arbeiðir í tær! Og tað ger hann ikki bara, tá tú gongur á møti og í kirkju, men allastaðni tú ert – altíð og í øllum tú gert. (Sl 139, 7-12)

Hvat skalt tú so við Heilaga Andanum?

Lat meg heldur spyrja teg, hvat tú ikki skalt… Einki! Alt í tínum kristna lívi hevur við Andan at gera.

Hvussu vit so skulu skilja sambandið millum Faðirin, Sonin og Andan – tað hevur Gud ikki víst okkum enn. Tað lata vit við frímóð vera í frið. Men vit trúgva á Gud Faðir, Gud Son og Gud Andan, tí hann hevur opinberað seg soleiðis. Tí prísa vit, takka vit og biðja vit eisini til allar tríggjar persónarnar í Gudi – og tó bert ein Gud:  Gud Faðir, Gud Son og Gud Andan! – Tríeindi Gud, vit tilbiðja teg!

LES EISINI  Hans-Ole Bækgaard: Hvat fer at henda? - Arbeiði Heilaga Andans í okkum og í allari kirkjuni

Um rithøvundan:

Jens Jørgen Rasmussen, 60 åra gamal
Prestur í Fólkakirkjuni
Búgvi: DK-3790 Hasle
Skrivaði fyri nógvum árum síðani bókina, Mærker du Ånden, ið hyggur nærri at evninum enn henda lítla greinin.

 

Bjarta Á. Berthelsen, umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina