Seniorháskúli – Bíbliuskeið

Háskúlin í Nesvík bjóðar til seniorbíbliuskeið. Kom og ver saman í kristnum felagskapi í nakrar dagar, har tú fært kveikjandi undirvísing og góðan felagsskap. Her kanst tú, saman við øðrum, koma nærri Guds orði, hugna tær við góðum mati, gongutúrum og nógvum práti, sum kann styrkja vinabond ella knýta nýggj bond.

Skeið 1:   7.-9. nov. 
Skeið 2:   9.-11. nov. 
Stað: Leguhúsið í Nesvík 
Lærari: Jógvan Højgaard, Torleif Johannessen, Ólavur Jacobsen, Pól Johannessen, trúboðarar.
Áhugatími: Marjun Lómaklett, integratiónsprestur,
Samskipari: Jørgin Andreassen, Frítíðartrúboðari

Til ber at melda seg til við at brúka leinkjuna niðanfyri ella at ringja til ein av hesum:

Háskúlin í Nesvík: 470001

Jørgen Andreasen: 593070

LES EISINI  Hvussu leiðir Guð
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina