Serligt “Várljóð-møti” í Klaksvík sunnukvøldið

“Vesælur og fátækur”, “Reinur sum kavi”, “Eitt pass eg havi fingið”, “Har tað nýggja lívið livir”, “Ofta leitaði eg, Harri” og so framvegis. Tey, sum gingu á ungdómsmøti ella vóru á ungdómslegu hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í 1990’unum, kennast óivað við hesar sangirnar og mangar aðrar úr sangheftinum “Várljóð”. Sunnukvøldið klokkan 18 verður skipað fyri einum sangmøti í KFUM&K, har allir sangirnir eru tiknir úr “Várljóð”.

“Várljóð” varð útgivið í 1991. Flestu sangirnir vóru umsettir úr norskum og øðrum norðurlendskum málum, men eisini vóru fleiri sangir føroyskir av uppruna. Heftið skuldi vera eitt ískoyti til gomlu Heimamissiónssangbókina, og endamálið var millum annað at styrkja sanggleðina millum tey ungu. So mikið væl eydnaðist tað, at nøkur av teimum, sum vóru ung í 90’unum, nú skipa fyri hesum serliga “Várljóð-møti”.

Hugskotið til eitt slíkt møti er gamalt, men varð tikið fram aftur eftir eitt hugnaligt sangkvøld í heiminum hjá Jóhannu & Eyðbjørn Jacobsen, og tey eru eisini við til at skipa fyri møtinum. Umframt nógvan felagssang, verða eisini sangframførslur frá Heðini Askham, Marthu Mýri og Simonu Johannessen.

Møtið verður í KFUM&K í Klaksvík sunnukvøldið klokkan 18, og eftir møtið verður ein góður drekkamunnur. Øll eru hjartaliga vælkomin!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina