Síggi heimin á heilt annan hátt
22 ára gamla Nina Davidsen av Toftum hevur í vár verið seks vikur sum volontørur í afrikanska landinum Malawi.
– Eg havi fingið sera nógv burturúr og síggi heimin á ein heilt annan hátt. Dugi nú betur at síggja, hvussu nógv vit hava at vera takksom fyri, sigur hon.
Meðan Nina var í Malawi arbeiddi hon sum hjálparfólk á eini heilsumiðstøð í Lunjika, sum lá einar 20 minuttir til gongu frá har, sum hon búði.
Eingin lækni var á heilsumiðstøðini, bara tvær sjúkrasystrar, ein jarðarmóðir og nøkur hjálparfólk.
– Ofta komu konur langvegis frá til heilsumiðstøðina. Tær kundu gott ganga einar 20 kilometrar. Ein dagin kom ein, hon var seks mánaðir við barn, og hevði ógvuliga ilt, hon hevði gingið fleiri kilometrar, men so hevði hon møtt einum manni við trillibøru, hann tók hana upp í trillibøruna og koyrdi hana til sjúkrahúsið, men tá hon kom fram aborteraði hon barnið. Tað var hart at síggja hetta fitta, lítla barnið, liggja deytt, sigur Nina.
Les alla samrøðuna við Ninu í Trúboðanum, sum er komin út í dag.