Sjálvbodna arbeiðið er farið í gongd – øll kunnu vera við

Síðsti parturin av útbyggingini av Leguhúsinum í Nesvík er at innrætta kamarslonina. Hinir báðir partarnir, høllin og felagsøkið, vórðu vígd síðst í apríl, men kamarslonin verður gjørd liðug av sjálvbodnum. Sjálvbodna arbeiðið er nú farið í gongd, og miðað verður eftir, at kamarslonin er heilt liðugt seint í februar 2020. Men tað krevur sjálvandi, at fólk um alt landið taka væl undir og bjóða seg fram at vera við.

Øll kunnu vera við

Arbeiðið verður skipað í fakøki. Dávur Reinert Hansen á Toftum (227894) er settur at leiða arbeiðið, og afturat honum eru so settir álitispersónar fyri hvørt fak:

Máling: Eskild Hansen (215089) og Óli Poulsen, Klaksvík (225690)

El: Jógvan Reynslág, Argir (291232)

Timbur: Hans Jákup Hansen, Nes (225368)

Uttandura: Jørgen F. Andreasen, Leirvík (593070)

HVS: Bartal Danielsen, Strendur (290388)

Meiningin er so, at fólk venda sær til álitispersónarnar fyri tað fakið, sum ein heldur seg til at vera við í. Fólk skulu ikki halda seg aftur, tí brúk er fyri nógvum fólki, eisini teimum mongu, sum ikki hava nakra handverkliga bakgrund. Serliga nógv er at gera av timburarbeiði, málingaarbeiði og uttanduraarbeiði.

LES EISINI  Leguhúsið í Nesvík skal hava nýggj vindeygu 

Myndirnar eru tiknar í vikuni, tá Óli og Eskild vóru farnir í gongd, og síðani tá er onkur komin afturat at spartla.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina