Sjómanskvinnuringurin á Strondum

Strendur er ein av teimum mongu bygdunum í Føroyum, sum í áratíggju hava havt ein sjómanskvinnuring. Tað er sera lítið av skrivligum keldum um ringin, sum varð stovnaður í juni 1952. Petur Johannesen (Piddi á sjómansheiminum) kendi væl Maju Høj og hevði spurt hana, um hon vildi royna at stovna ein sjómanskvinnuring á Strondum. Tað játtaði hon.

Limabókin

Dato og ár fyri stovnanina av sjómanskvinnuringinum standa ikki í óivað fyrstu og einastu veruligu limabók, sum er til taks, men á einum brævbjálva. Á fyrstu síðu í limabókini stendur orðarætt:

“Sjómanskvinnukreðsurin (við Kirkjuliga Heimamissión) á Strondum telur hesar limir.
Formaður, Maja Høj. Kassameistari, Johanna (Hanna) í Selvindi”

So standa nøvn á 40 kvinnum, sum vóru limir. Afturat limabókini eru nøkur leys pappírir, við upp til 68 nøvnum á, sum óivað eru nøvnini á kvinnum (limunum) í ringinum, men tíverri eru eingi árstøl á pappírunum.

Byrjanin

Keldurnar til hesar upplýsningar meina, at ringurin frá byrjan av savnaðist bæði privat hjá Maju Høj, í missiónshúsinum og møguliga í øðrum heimum. Maja skipaði fyri, og Johanna tók sær av tí fíggjarliga. Seinni vóru tað Mona og Annebeth Johansen, sum hjálptu Maju við ringinum.

Ringurin savnaðist 14. hvønn dag frá september til maj/juni. Tó vóru onkuntíð tríggjar vikur ímillum. Á skránni fyri kvøldini var sangur, bíbliuorð og bøn. Christian Høj, maður Maju, hevði ofta andaktina og las eisini søgur, meðan kvinnurnar hugnaðu sær við ymiskum handarbeiði. Endað var eisini við sangi, orði og bøn. Tá ringurin savnaðist hjá Maju, stóð hon bæði fyri mati og drekka. Tá ringurin savnaðist í missiónshúsinum, skiftust kvinnurnar um at gera drekka og at baka.

Fyrstu roknskapirnir

Hóast einki árstal stendur fremst í limabókini, so stendur aftaná teir 40 limirnar, at innsavnaði peningurin við bússum fyri 1953 var 139 krónur. Tað var óivað innkomni peningurin frá stovnanini til tá.

LES EISINI  Endaðu við pitsakvøldi

Í 1957 hevði ringurin útsølu fyri byggingina av sjómansstovuni í Reykjavík, sum fekk 500 krónur, og Sjómansstovuni í Grimsby, sum fekk 400 krónur.

Í apríl 1961 vóru 327 krónur komnar inn við bússum til Sjómansmissiónina.

Eydnuhjól

Sjómanskvinnuringurin var ikki bara upptikin av at stuðla arbeiðinum hjá Sjómansmissiónini, men eisini arbeiðinum í og út frá missiónshúsinum á Strondum. Í 1980-unum skipaði Maja fyri at savna ull saman, sum kvinnurnar nappaðu og sendu til spinnarí. Tógvið var so bundið til ymisk pløgg, sum vóru burturlutað á eydnuhjólum. Eitt eydnuhjól til frama fyri nýggj vindeygu í missiónshúsinum gav heili 70.000 krónur. Tað komu so nógvir lutir inn, at eydnuhjólið mól í tvey kvøld. Maja, sum brendi fyri missiónsarbeiði, tordi væl at spyrja fyritøkur um lutir, sum hon mangan fekk fyri lítið og lætt.

Ringurin skipaði eisini fyri eydnuhjólum til frama fyri sjómansheimini í Runavík og í Reykjavík og hevði fleiri bingo fyri Leguhúsið í Nesvík.

Útferðir

Ringurin hevur verið fleiri útferðir gjøgnum árini. Ein var í Sandoynna, og gist var á Sandi.  Tá varð útferð gjørd til Dals. Onkur tordi ikki at koyra við bussinum gjøgnum Dalslíð, tí har var so bratt, og fór tí úr bussinum og gekk síðsta strekkið. Útferð var eisini gjørd til Gjáar og aðrastaðni. Í 1992 varð útferð gjørd til Íslands, har gist var á Ørkini. 38 kvinnur vóru við, og tær vóru úr ringunum á Strondum, Skála og úr Hvalvík. Tær minnast við gleði aftur á ferðina.

Fleiri kvinnur í ringinum hava eisini verið við til kvinnustevnurnar í Havn, í Runavík og síðstu árini í Leguhúsinum í Nesvík.

Jólapakkar

Um ringurin gjørdi jólapakkar til sjófólkið heilt frá 1952, er ikki vist. Tó minnast kvinnur, at frá mitt í 50-unum gjørdu tær jólapakkar, og tær hava gjørt pakkar síðani. Tær minnast eisini, at tað vóru serliga tær eldru kvinnurnar, sum vóru nógv upptiknar av at gera jólapakkar. Fleiri kvinnur hava eisini fingið takkarkort ella uppringing sum tøkk fyri pakkar, og onkur hevur fingið gávu frá sjómanni sum tøkk fyri pakkan.

LES EISINI  Ågot aftur á Føroya Banka

Nýggj leiðsla

Eftir at Maja hevði verið forkvinna í heili 37 ár, kendi hon á sær, at ringurin trongdi til nýggja leiðslu. Hon hevði biðið Gud um at fáa ein avloysara, og í 1989 spurdi hon Hansu Petersen um at gerast forkvinna. Eftir umhugsan játtaði Hansa. Saman við sær í leiðsluna fekk Hansa Herthu Joensen og Jonnu Nielsen. Tær starvaðust saman um ringin í mong ár. Síðstu árini hava Marjun og Eyðbjørg Jacobsen verið í leiðsluni saman við Hansu.

Innihald

– Arbeiðið er ikki nógv broytt gjøgnum árini. Vit savnast enn annaðhvørt týskvøld í vetrarhálvárinum, tað vil siga frá september til síðst í apríl. Missiónshúsið er støðugt karmur um kvøldini, hóast vit onkuntíð savnast í privatum heimum. Síðani sambýlið, Sjóvarlon, kom, hava vit savnast har einaferð hvørt hálvárið. Tað dámar kvinnunum væl.

Innihaldið um kvøldini er heldur ikki nógv broytt. Vit syngja, hava andakt og bøn. Síðani hugna vit okkum við drekka, handarbeiði og práti. Ofta verður okkurt lisið upp úr stimbrandi og spennandi bókum. Endað verður við orði, bøn og sangi.

Nøkur kvøld er innihaldið eitt sindur øðrvísi, tá til dømis sjómanstrúboðarin vitjar. Tá hevur hann andaktina og kunnar við orðum, myndum ella filmi um arbeiðið. Okkurt kvøld hava fólk verið og sagt frá ymiskum bæði til álvara og gaman. Harafturat hava aðrir ringar vitjað okkum, og vit hava vitjað teir, og tað hevur verið til felags uppbygging. Tíverri hava vit ikki verið útferðir síðstu árini, men vónandi verður ein næsta ár, sigur Hansa.

LES EISINI  Bókaframløga: Nú kemur bókin um Jóhan Olsen út

Pakka- og hugnakvøld

– Vanliga hava vit eitt pakkakvøld fyri jól og eitt eftir jól. Tá hava vit pakkar við og hava eina burturluting. Peningurin, sum kemur inn, fer til Sjómansmissiónina. Síðsta kvøldið undan jólum hava vit eitt hugnakvøld, og tá bjóða vit monnunum við. Tá hava vit eisini rísalamande við trimum mandlum í og tríggjar mandlugávur. Tað plagar at vera stak hugnaligt, sigur hon.

Týðandi arbeiði

– Arbeiðið hjá ringunum er eitt týðandi arbeiði og hevur bæði eina andaliga og handaliga síðu. Andaliga biðja vit fyri sjófólkunum og eru við til at bera arbeiðið fíggjarliga. Umframt innsavningar og burturlutingar, vit hava í ringinum, lata nakrar eisini fasta mánaðarliga gávu til Sjómansmissiónina.

Handaliga gera vit jólapakkar, og á tann hátt stimbra og gleða vit vónandi sjófólkið og ikki minst tey, sum eru á sjónum á jólum.

Harafturat hevur arbeiðið hjá sjómanskvinnuringunum týdning fyri missiónsarbeiðið í bygdunum og býum, tí flestu ringar eru knýttir at staðbundna missiónsarbeiðinum og stuðla tí, sigur Hansa.

Allar vælkomnar

– Kvinnurnar møta væl upp, og tøkk skulu tær fáa fyri tað. Vit eru vanliga 18-20 kvinnur, sum savnast. Kvinnurnar eldast, og tí er bøn og vón mín, at nýggjar kvinnur og gjarna eisini yngri kvinnur koma í ringin hjá okkum og í ringarnar um landið. Skal arbeiðið halda fram, og skulu leiðslurnar endurnýggjast, er hetta neyðugt.

Allar kvinnur skulu vera hjartaliga vælkomnar í ringin, og tær nýtast ikki endiliga at hava sjómann. Mangar og fleiri av teimum ídnastu um landið hava ikki sjómann, men hava kortini hjarta og umsorgan fyri sjófólkunum og vilja stuðla arbeiðinum hjá Sjómansmissiónini. Harafturat er tað hugnaligt og stimbrandi reint menniskjaliga at koma saman í ringunum, sigur Hansa Petersen at enda.

 

Keldur: Limabókin og onnur skjøl, Elsebeth Malena (Elsmalena) Johansen, Dora Jacobsen og Hansa Petersen.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina