Sjómansmissiónin túsundtals vitjanir

Í vár byrjaði Føroyska Sjómansmissiónin við eini facebooksíðu. Aðalmálið var og er:
-At bera gleðiboðskapin um Jesus víðari út.
-At kunna um arbeiðið hjá Føroysku Sjómasmissiónini.
-At bera jalig tíðindir frá sjóvinnunu
.

Av tí at nógv fólk eru á Facebook, og tað er lætt og einfalt at umsita, varð Facebook valt.

Harvið kundu vit eisini náa sjófólk runt allan heimin, sum hava atgongd til alnetið og eru á Facebook.

Fyrsta greinin varð løgd út 21. mai. Síðani eru nýggjar greinir lagdar út tvær og tríggjar ferðir um vikuna. Ikki kann sigast annað enn, at fólk hava tikið væl móti facebooksíðuni.
Nakrar greinir eru náddar út til 1-2.000 fólk, meðan flestu greinar eru náddar út til 4-7.000 fólk. Ein grein er nádd út til 31.000, ein til 47.000 og greinin, sum vísir fiskiskap við Akrabergi, er víst heilar 479.000 ferðir á Facebook.

“Kempisucces”
Jákup Justinussen, serkønur í sosialum miðlum, sigur, at facebooksíðan er ein “kempisucces”.
Hann hevur hugt eftir tølunum fyri vitjandi, og tey eru bæði stór og sera spennandi.
Hann sigur, at tað eru 87 greinir lagdar út, og tær hava í miðal rokkið út til 8.800 fólk.
Um filmurin frá Akrabergi ikki verður roknaður uppí, er hvør grein rokkin út til 5.000 fólk í miðal. Sjómansmissiónin hevur onki goldið fyri at lýsa, sum annars fleiri gera á Facebook.

Hyggjararnir eru mest ungir menn. 1/3 er frá 18-34 ár, og 2/3 eru frá 18-44 ár.
Jákup nevnir eisini eitt sera óvanligt fyribrigdi. Bara síðsta mánaðin eru greinirnar náddar út til 30.000 fólk í Miðeystri og har á leið. Harav eru 4.500 úr Saudiarábia og 5.000 úr India.

Jákup nevnir eisini, at tað óivað er filmurin frá Akrabergi, sum hevur sett gongd á vitjanirnar  í teimum londunum. Men myndir frá sjólívi og gerandisdegnum og gerandisarbeiði, eru eisini væl umtóktar – eisini á okkara leiðum.

– Facebook kann ikki koma ístaðin fyri vitjanirnar hjá sjómanstrúboðaranum umborð á skipini. Men samstundis er Facebook ein nýggjur háttur at náa sjófólki við gleðiboðskapinum, við kunning um arbeiðið og við tíðindum, sigur Jákup.