Sjómanstrúboðarin vitjar Ørkina

Um vikuskiftið vitjar Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, saman við konu síni, Kristianna, á sjómansheiminum Ørkini í Reykjavík.

Tey koma at hava møti á Ørkini, meðan tey eru har.

Leygardagin 12. desember kl.14.00 verður familjumøti við Kristiannu og Torleif, og sunnudagin 13. desember kl. 16.00 hevur Torleif møti.

Eftir møtini er drekkamuður at fáa.

Øll eru hjartaliga vælkomin!