Søgan um sangin ”Gleðilig jól”

Tað var kavi og so kalt, at orglið í Sankt Nicholas Kirkjuni í eysturríkska býnum Oberndorf var fryst. Umvælarin hevði barst við trupulleikan, men uttan at tað eydnaðist at fáa orglið at spæla. Árið 1818 var næstan liðugt, og nú ætlaði hann sær heim til jóla. Meðan han stakk lutir sínar í taskuna, lurtaði hann ettir prestinum, sum vandi ein nýggjan sang. Tað var ein góður sangur, helt umvælarin. Gott var, at hann hevði fingið eitt avrit við heim. Hann gleddi seg til at læra familjuna, at syngja henda songin.Presturin æt Joseph Mohr, og hann var ikki glaður.  Ikki fekk han ímyndað sær eina jólagudstænastu uttan sang og orgulspæl. Tíbetur yrkti hann ein sang 2 ár fyrr. Og tíbetur dugdi hann at spæla gittar. Og tíbetur var Franz Gruber orgulleikari í kirkjuni.

Tá Joseph Morh sá at orglið ikki var liðugt umvælt frammanundan jólagudstænastuna fann han jólayrkingina. Hann gav til Franz Grúber hana, og spurdi um hann ikki kundi skriva eitt gott lag, som riggjaði væl at spæla við guittari; so vildu presturin sjálvur spæla til jólagudstænastuna.

LES EISINI  Heilsur frá útitrúboðarum

Tí tey trongdu til  sang og tónleik um jólini. Tá sangurin var yrktur tvey ár frammanundan, hevði Morh júst mist samkomuna. Hon var upployst aftan á 12 ár við kríggjum, sum høvdu oyðilagt landið bæði politiskt og samfelagsliga. Enntá summarveðrið var oyðilagt. So kalt var tað, at árið enn kallast Árið uttan summar.

Satt at siga, veðrið var ikki atvoldin til kríggið. Nei, atvoldin skuldi finnast so langt burtur sum Indonesia. 10. april 1815 var heimsins stórsta eldgos. 175 rúmkilometrar av lava og 400 milliónir tons svávuldioxid var slongt út í lofthavið. Her legði tað seg millum jørðina og hina lívgevandi sólina. Tað næsta árið upplivdu íbúgvar so langt burtur sum Ongland og Amerika kavi í juni, juli og august mánaði. Hetta vøru ring tíðinidi fyri evropearar ið longu vóru fátækrafólk. Nógv hungraðu, tí tað grøðin var miseydnað av øllum kundanum.

Vit vita ikki hvat feilti orglinum í Sankt Nicoholas kirkjuni. Men vit kunnu næstan bara takka Guði fyri trupulleikan. Tí at yrkingin, Joseph Mohr fann í skuffuni í skriviborðinum, fer aftur í ár at verða sungin í kirkjum um allan heimin. Í Týsklandi eitur sangurin Stille Nacht! Heilige Nacht! Japanarar syngja Kiyoshi kono yoru, í meðan vit syngja Gleðilig jól! Gleðilig jól! Tey enskt mæltu londini syngja Silent night! Holy night, italiumenn Astro del Ciel, og spaniólar Noche de Paz.

LES EISINI  Ger tín egna eingil

Ja, sjálvt í 1914, undir fyrr heimsbardaga, varð ein skái, meðan fíggindarnir saman sungu sálmin um ta stillu, heilagu náttina og lítla barnið, sum liggur í krubbuni og svevur við himmalskum friði. Síðan sparkaðu hermenninir fótbólt, góðu hvørjum øðrum tubbak, ímeðan teir hildu jólafrið í onga manna landi í millum skotgravirnar. Boðskapurin hjá Joseph Mohr um frið og vón, borðin fram av einfalda lagnum hjá Gruber, var sum heilivágur ímóti ræðuleikunum í krígnum.

Tíverri er stórur partur av uppruna tekstinum hjá Mohr burtur í umsetingunum vit vanliga brúka í Norðurlondunum. Tí missa vit eitt sindur av boðskapinum um tann friðin, sum kemur við lítla barninum í krubbuni. Vónin um frið er berandi tátturin í uppruna tekstinum, og tíbetur stuðlar lagið boðskapinum so væl, at vit á undranarverdan hátt kortini fáa eitt brá av Guds friði, tá ið vit syngja norðurlendska tekstin.

Skjótt fingu tveir ferðandi sangbólkar fatur á sanginum. Teir tóku sangin við sær inn í Tyrol, og í 1822 framførdi annar bólkurin sangin á slottinum hjá Dönhoff greiva, samstundis sum hann hevði vitjan av Franz keisara av Eysturríki og russiska Tzar Alexander I.

LES EISINI  Prædika til jóladag

Sangurin ferðaðist skjótt, og sum tíðin leið kom kjak um hvør mundi hava skrivað henda góða sangin. Tí, kundi tað veruliga vera ein hjálparprestur og ein organistur í einari lítlari kirkju, sum høvdu gjørt nakað sum var so gott? Nei, tað máttu vera dugnalig fólk sum Johan Sebastian Bach ella kanska Mozart, sum høvdu gjørt sangin. Men í 1995 gjørdist tað greitt. Upprunateksturin ið urguumvælarin hevði fingið við sær heim, varð nevnliga funnin 177 ár eftir, og á hesum avritið stóð undirskriftin hjá Joseph Mohr.

Sangurin er umsettur til fleiri enn 300 mál og málføri.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina