Sonn Summargleði
Nógv var á skránni, tá ið Summargleði fyri aðru ferð var fyriskipað í Klaksvík farna leygardag. Sangur, dansur, leikur, djóragarður, hoppiborgir og nógv nógv annað.
Og Summargleði dró nógv fólk til sín í fjør, og í ár vóru uppaftur fleiri. Umleið 2100 fólk høvdu leitað sær til Summargleði, og tað vóru fólk úr øllum landinum. Til dømis var sunnudagsskúlin á Sandi farin frá húsum tíðliga á morgni fyri at fáa alt tiltakið við. Tey høvdu leigað buss við 50 fólkum, men tey komu eisini við persónbilum.
Undirhald og sangur
Evnið fyri Summargleði hesaferð var Móses, og tað sást aftur í leiki og sangum um Móses.
Tað fyrsta á skránni var barnakórið á Strondum, sum sang, og tá ið tey høvdu sungið, varð Summargleði sett. Tað var borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, sum setti festivalin, og síðan hevði Marjan Nielsen eina andakt. Seinnapartin sang hitt kórið á festivalinum, barnakórið í Betesda. Men nógv annað var eisini at gleðast um. Orkestrið Ælabogin setti sín dám á við lívsjáttandi tónleiki, og ein sang- og dansibólkur úr Sørvági vísti eisini, hvat fólkini í honum duga. Magni Christiansen sang eisini á Summargleði, áðrenn hann seinni um kvøldið sang til stuðulskonsert fyri SAT-7.
Nógvum børnum – og vaksnum við – dámar væl at síggja gykl, og tað á skránni móti endanum av festivalinum, tá ið Ásbjørn Berthelsen vísti nøkur kynstur fram, og til seinast komu klovnarnir BUBU og Baloney.
Bíðirøð at sleppa framat
Eitt, sum nógv vóru sera áhugað í í fjør, var dýragarðurin, og aftur í ár vóru har nógv ymisk dýr. Frá meira vanligum dýrum um okkara leiðir sum seyði, kálvi og dunnu til fiskar, geitir og slangur.
Básarnir, har ein kundi royna ymiskt, vóru nógvir. Ein av teimum væl vitjaðu var tann, har børnini kundu fáa andlitsbólkin málað. Har var bíðirøð eftir at sleppa framat. Ein annar aktivitetur, sum var væl dámdur, var fótbóltsspælið, har børnini stóðu sum í einum borðfótbóltsspæli, og har var eisini bíðirøð eftir at sleppa inn. Men eisini til dømis hoppiborgir og bilar vóru væl dámd.
Aftur næsta summar
Longu nú er avgjørt, at Summargleði verður aftur næsta summar.
– Tað hevur gingið væl, og vit hava avgjørt, at tað verður aftur 25. juni næsta ár, sigur Eyðbjørn Jacobsen úr fyrireikingarbólkinum.
Hann leggur aftrat, at hann heldur, at undirtøkan er so góð, tí at tað er bíligt og fer til eitt gott endamál, og at Summargleði, eins og sunnudagsskúlin, er fyri alla familjuna. Peningurin, sum kemur inn fer óskerdur til Simba og SAT-7 Kids.
Í Trúboðanum hesaferð eru myndir frá Summargleði.