Spennandi bókarøð til ung

Bókin er ein spennandi skaldsøga fyri ung, og er fyrsta bindið í røðini um Bryn.
Søgan fer fram í 1. øld e. Kr. Tann 10 ára gamli keltiski drongurin, Bryn, verður tikin til fanga av rómverjum saman við beiggjanum, Conan, eftir ein uppreistur í Bretlandi, sum er hersett av rómverjum.
Teir enda báðir í Róm, har Bryn verður seldur sum trælur til ein ríkmann, meðan Conan verður noyddur út í eina tilveru sum svørðsleikari – gladiator.
Bryn gerst góður vinur við ein annan kristnan træl, Tiro, og saman royna teir at hjálpa Conan burtur frá teimum lívshættisligu bardøgunum, áðrenn tað verður ov seint.
Kr. 150,00
Keyp á manna.fo

Bókin er annar partur í røðini um Bryn.
Tann 13 ára gamli Bryn býr og arbeiðir hjá Crispus og Marcellu, sum eru bakarar í Róm. Tað hevur hann gjørt síðani hann varð leyskeyptur, og tey hava tikið hann til sín sum sín teirra son. Nero er keisari í stóra rómarríkinum, og hann spjaðir ótta og ræðslu kring seg. Tá ein altoyðandi eldur kyknar í høvuðsstaðnum, gevur keisarin teimum kristnu skyldina, og brádliga eru Bryn og vinir hansara í einum enn størri vanda, enn tá eldurin kyknaði.
Kr. 150,00
Keyp á manna.fo

LES EISINI  Spennandi kyrrutúrur úr Æðuvík, heim í Nes Kirkju

Bókin er framhald av skaldsøgunum Fange i Rom og Rom i flammer.
Eitt ár eftir at Bryn flýddi til Róm, ger hann av at fara aftur til heimstaðin í Bretlandi saman við vinunum Felix og Tiro. Hann hevur eina skroypiliga vón um at finna familju sína aftur har. Tað er hent nógv hesi fýra árini, hann hevur verið burtur. Rómverjar halda landinum við jarnhondum, og nógv kenna seg misnýtt. Vandi er fyri uppreistri, og Bryn verður avbjóðaður í síni nýggju kristintrúgv. 
Bókin er framhald av skaldsøgunum Fange i Rom og Rom i flammer.
Kr. 150,00
Keyp á manna.fo

Bókin er tann seinasta av fýra skaldsøgum um dreingin Bryn.
Bryn og Tiro búgva heima hjá mammu Bryn og systkjunum í Bretlandi, tá vinur teirra Felix kemur til bygdalagið fyri at keypa og selja vørur. Tíðin er merkt av ófriði, og stríðið um valdið er merkt av blóðugum bardøgum. Vinirnir gera av at fara við Felix og verja hann á ferðini heim.
Hetta gerst ein vandamikil ferð, sum førir tey til ein bý í sunnara parti av Gallia. Her fara tey uppí ein bólk av kristnum úr Judæa, sum fortelja um friðarhøvdingin Jesus á torginum. Mong lurta. Men ikki øllum dáma, at tey venda upp og niður upp á ta kendu skipanina.
Bókin er tann seinasta av fýra skaldsøgum um dreingin Bryn. Tær fyrru bøkurnar eru: Fange i Rom, Rom i flammer og Ved imperiets grænse.  
Kr. 150,00
Keyp á manna.fo

LES EISINI  Børkop Højskole hevur enn nøkur tøk pláss eftir til 2025

Fá vikuligt tíðindabræv á tín teldupost, so tú fært alt við. Tíðindabrævið vísir tær samandrátt av greinum, sum eru komnar út seinastu vikuna. Tíðindabrævið er ókeypis og verður sent hvønn fríggjadag. Trýst her…..

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina