Starvslýsing: Lærari til Mongolia

Norsk Luthersk Misjonssamband (NLM) er eitt norskt missiónsfelag við umleið 130 trúboðarum í trimum heimspørtum. Vit vilja breiða Guds ríkis orð og verk út til tey minst náddu fólkini í heiminum.

 

 

VIT SØKJA EFTIR LÆRARA TIL MONGOLIA

Í Mongolia hava vit eina familju við trimum børnum úr Føroyum. Familjan skal á sumri 2019 flyta til vestara part av landinum, har eingin altjóða skúli er. Tí ynskja vit at bjóða teimum undirvísing samsvarandi føroyskum læruætlanum.

Ynsktir førleikar:

– Læraraútbúgving

– Megna at laga seg til nýggjar umstøður

– Góðar samstarvseginleikar

Tann, ið verður settur, verður útsendur av Norsk Luthersk Misjonssamband sum trúboðari. Hetta merkir, at umsøkjarar mugu játta ta kristnu trúnna og kunna taka undir við endamálinum og virðunum hjá NLM, sum tey eru orðað í “Verdidokument – Grunnlagsdokument for ansettelse i NLM”. Hetta skrivið kunnu áhugað fáa á enskum ella norskum.

Vit kunnu bjóða:

– Setan í tvey ár við møguleika at leingja eftir nærri avtalu

– Skipaðar bústaðar- og arbeiðsumstøður

– Løn sambært reglugerð NLMs

Um tú hevur spurningar ella ynskir at senda umsóknarbræv, kanst tú seta teg í samband við Eivind Jåtun, ejatun@nlm.no / +47 22 00 72 00, ella Sigrun Egeland, starvsfólkaráðgeva, á segeland@nlm.no

Umsóknarfreist: Skjótast gjørligt!

Setan: August 2019