Støðugt fleiri lesa Kumpas

Í fleiri ár hevur Heimamissiónsforlagið givið út bíbliulesiætlan fyri ung við heitinum Kumpas. Kumpas er ætlað 13-19 ára gomlum, og endamálið er at stuðla teimum ungu at lesa fast í Bíbliuni og at skilja tað, sum tey lesa. Hvønn dag er ein stuttur bíbliutekstur at lesa og síðani ein stutt frágreiðing við einari avbjóðing ella spurningi, alt serliga vent til ung. Innihaldið er týtt úr norsku ungdómslesiætlanini “Siesta”, sum Bibelleseringen í Norra hevur givið út í nógv ár. Soleiðis leiðir Kumpas lesaran eina spennandi ferð ígjøgnum alla Bíbliuna og hjálpir honum at skilja, hvat heimsins mest lisna og mest útbreidda bók vil tí einstaka.

Sum vera man svingar haldaratalið altíð eitt sindur, men tað gleðiliga er, at haldaratalið vaksur, spakuliga, men støðugt. Ein týðandi partur av haldaraskaranum eru konfirmantar, tí nógva staðni fáa konfirmantar eitt árshald í gávu, tá teir ganga til. Í løtuni eru 424 haldarar, og tað eru 96 fleiri enn hálvt ár frammanundan.

LES EISINI  Hevur tú hug at lesa gudfrøði?

Ein verkætlanarbólkur ger eitt stórt arbeiði við at leggja útgávuna og alt arbeiðið aftanfyri til rættis frá A til Ø. Í bólkinum eru Jákup Justinussen (ritstjóri), Bodil Jacobsen, Bogi Nón, Hans Jákup Elkjær, Jaspur Højgaard og Hans Jákup Abrahamsen. Harumframt eru mong onnur virkin við at týða, rættlesa, taka myndir og so framvegis, tilsamans um 30 fólk til hvørt hefti.

Haldarakanning sigur nógv

Fyrr í ár varð ein haldarakanning gjørd, har lesararnir vórðu spurdir, hvat teimum dámar Kumpas og hvat tey kundu hugsað sær øðrvísi. Svarini vístu, at tey ungu eru sera glað fyri bíbliulesiætlanina og at hon hjálpir teimum við teirra dagliga bíbliulesnaði.

Spurd, hvussu ofta tey lesa í Kumpas, segði næstan helvtin seg lesa hvønn dag, og meira enn fjórði hvør fleiri ferðir um vikuna. Ein annar spurningur snúði seg um, um tey heldur kundu hugsað sær Kumpas sum app til fartelefon. Har svaraði meira enn helvtin, at tey heldur vilja hava Kumpas á pappíri, eins og nú.

LES EISINI  - Nýggja høllin er lekkur!

Eisini var áhugavert at hoyra, at tey ungu eru nøgd, væl nøgd ella sera væl nøgd við eitt nú innihald, málburð, útsjónd og prís, meðan tølini tó benda á, at avbjóðingarnar til tey ungu kanska kundu verið størri.

Tey ungu eru nøgd, væl nøgd ella sera væl nøgd við Kumpas.

Kumpas kemur út tvær ferðir um árið og kostar 95 krónur hvørt hálvár. Her ber til at lesa meira og at tekna seg sum haldara.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina