Stórt úrval av uppbyggjandi bókum í Nesvík

Í norðara enda av Leguhúsinum í Nesvík heldur landsskrivstovan hjá Kirkjuligu Heimamissiónini til. Millum annað hevur Heimamissiónsforlagið har eina bókasølu við einum hópi av kristiligum bókum. Úrvalið fevnir um alt frá bókum um familjulív og hjúnalag, spenningssøgum og skaldssøgum, andaktsbókum, barnabókum, bíbliuútleggingum, lívssøgum og so framvegis.

Til ber at bíleggja bøkur við eini uppringing á 470000, ella við at vitja nethandilin á keyp.mission.fo og rinda við korti har.

Í filmsbrotinum greiðir Tóra Toftegaard, skrivstovukvinna, ið dagliga fæst við millum annað bókainnkeyp og -sølu, frá.

LES EISINI  Forvitnislig bók um søguna hjá Sjómansmissiónini
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina