Stuðulskonsert leygarkvøldið

Leygarkvøldið 20. juni klokkan 20:00 verður konsert í Løkshøll við luttøku av Martini Joensen, Kristinu Bærendsen, Jórun Pólsdóttir, Heðini Askham, og rútmiska kórinum Todos.

Konsertin er til frama fyri sjónvarpsrásina Sat-7 KIDS, ið arbeiðir fyri at varpa gleðiboðskapin um Jesus Kristus í Miðeystri og Norðurafrika. Rásin hevur síðani 2007 framleitt eina barnaskrá við bíbliusøgum, teknifilmum, spurningum, drama, umframt beinleiðis sendingar, har børn og foreldur kunnu ringja inn og seta spurningar. Nýggjasta verkætlanin hjá Sat7 KIDS er at varpa undirvísing í arábiskum, enskum og støddfrøði til børn, ið eru rýmd frá húsi og heimi undan krígnum í Sýria. Sí www.sat7kids.org og les meira.

Atgongumerki á 100 krónur eru til keyps á www.loksholl.fo og á kunningarstovuni í Runavík. Seinastu atgongumerkini verða seld við dyrnar.

Tað er kórið Todos úr Missións- og ungdómshúsinum á Glyvrum, ið skipar fyri konsertini. Todos, ið merkir “øll” á sponskum máli, hevur 9 mánaðir á baki. Sermerkt við Todos er, at sangarar og tónleikarar spenna í aldri frá tannáringum til pensjónistar – og alt harímillum. Todos er undir leiðslu av Olgu Magnussen og Jórun Pólsdóttir.